Rúsevnir

Hóast rúsevni eru ólóglig at innflyta, umsita og nýta, so vita vit, at hesi finnast millum ung og vaksin, eisini í Føroyum.

At vera ungur er ein sera spennandi tíð, við nógvum broytingum, men eisini nógvum avbjóðingum. Tá ein er ungur, kann tað eisini ofta tykjast spennandi at prøva ymiskt nýtt. Hetta ger seg eisini galdandi í samband við rúsdrekka og onnur rúsandi evnir.

Tað er tó týdningarmikið, at tú ongantíð byrjar at brúka rúsandi evnir. Hesi hava stóra ávirkan á teg og tína menning, umframt at tú skjótt gerst bundin at teimum, soleiðis at tað gerst sera torført, at steðga nýtsluni aftur.

Tað er TÚ, ið avgerð um tú nýtir rúsandi evnir ella ikki. Tey allarflestu ungu siga altíð NEI til rúsandi evnir, og tað kanst tú eisini gera.

Um tú longu:

  • hevur prøva rúsandi evnir?
  • brúkar rúsandi evnir?
  • hugsar um at prøva rúsandi evnir?
  • hevur vinfólk sum brúka rúsandi evnir og hetta órógvar teg?

far so og tosa við onkran um hetta. Tað kann t.d. vera heilsufrøðingin, læknan, lærarin ella onkran annan vaksnan sum kann hjálpa tær.

Tú kanst lesa meira um rúsevnir á:

www.netstof.dk

og í bóklingunum:

  Hent at vita um rúsevnir - til ung (8,0 MB)
  Stoffer (1,7 MB)
  Drugs - Stoffer, á enskum (1,6 MB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300