Hav tað gott og stuttligt á festivalinum

Milford Sound in New Zealand

Fleiri spennandi festivalar eru fyri framman, sum nógv ung gleða seg til.

Tá er gott lag, nógv ung, nógvur góður tónleikur, og ein øðrvísi hugni og felagsskapur. Tað er tó ofta, at ung í góðum festivalhýri, royna alkohol og rúsevnir.

Gigni hevur tí gjørt eitt átak, fyri at geva ungum góð ráð, í samband við at drekka alkohol á festivalum.

Góð ráð til ung í samband við festivalar

Hevur tú hug at drekka?

•    Tað er TÚ, ið avgerð,  um tú skalt drekka ella ikki - ikki vinirnir

•    Nógv drekka ikki og vinirnir góðtaka tað

Velur tú at drekka?

•    Brúka alkohol við skynsemi

•    Drekk spakuliga

•    Drekk veikt, t.d. øl í staðin fyri spiritus

•    Drekk sum minst. Tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin

•    Drekk ikki bara alkohol, drekk eisini annað, t.d. nógv vatn

•    Gentur verða skjótari ávirkaðar enn drongir, við somu nøgd av alkohol

Gigni mælir til, at børn og ung undir 18 ár ikki drekka alkohol.
Og at ung annars drekka minst møguligt.


”Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi, heilin mennist nógv og harumframt skalt tú finna vinirnar aftur í øllum broytingunum. Hettar setur stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera saman við øðrum ungum, uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum.”

Tá tú ert rúsað/rúsaður ert tú í størri vanda fyri at koma upp at berjast, koma til skaða, drekka ov nógv og/ella fara í song við onkrum sum tú ikki hevði ætlað.

Kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at drekka, jú meira drekkur tú – eisini tá tú gerst eldri.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300