Trivnaðarskeið: "Tað ber til at trívast"



Endamál
“Tad ber til at trívast”, lærir børn eins og vaksin viðurkennandi samskifti, og fremur á tann hátt góðan trivnað innan eins og uttan skúlans gátt.

“Tað ber til at trívast” lærir okkum at síggja og at tosað um tað jaliga og góða og at leggja til merkis, tað sum eydnast hjá okkum sjálvum og øðrum.

Skeiðið lærir børnini at taka ímóti og at geva hvør øðrum viðurkenning. Tey uppliva, týdningin av at virðismeta seg sjálvan og hvørt annað.

Næminurin verður á skeiðnum stuðlaður í at siga frá, og  til, og  verður dentur lagdur á persónligar eginleikar og ikki hvat hvør einstakur “dugir”


Heimið
Við at heim og skúli standa saman um trivnaðarskeiðið, er gott grundarlag lagt undir, at øll í felag halda fast um, at “Viðurkennandi samskifti fremur góðan trivnað”.

Skipað verður fyri einum foreldrakvøldi, har greitt verður frá uppruna til og innihaldi í “Viðurkennandi samskifti”.Tað er tí sera umráðandi, at øll børnini í flokkinum eru umboðað.

Trivnaðarskeiðið setur sjóneykuna á viðurkenning heldur enn rós.Tí  er tað altavgerandi, at heimið, sum er tann týdningarmiklasti liðurin í ketuni, er viðleikari, so at endamálið kann røkkast.


Lærarin
Við at luttaka sum eygleiðari, fær lærarin innlit í, hvat trivnaðarskeiðið snýr seg um.

Hann fær hervið møguleikan at uppliva børnini á ein øðrvísi hátt enn í einum vanligum undirvísingartíma.

Umráðandi er, at børn og vaksin eisini í gerandisdegnum halda fast við viðurkennandi samskifti, soleiðis at tey støðugt verða mint á týdningin av hesum og hjálpast við at nýta henda samskiftishátt.

Vitandi um, hvussu nær skyld trivnaður og innlæring eru - sum kanningar eisini benda á - er hesin samskiftisháttur bæði fyribyrgjandi og framsíggin sum amboð til tess at varðveita góðan trivnað, øllum til gagns.


Hugtøk:
Tann størsta viðurkenning, vit kunnu geva øðrum, er at vísa áhuga. Tað kann vera nakað so lítið sum eitt smíl ella eitt nikk, sum sigur: eg síggi teg!

• Tað er lættari at viðurkenna onnur, tá íð ein sjálv/-ur hevur fingið viðurkenning.
• Menniskju kunnu  ikki broyta seg í einum negativum umhvørvi.
• Legg dent á tað, ið virkar, og ger meira av tí.
• Málburður, vit nýta, myndar okkara hugburð.
• Vit skulu ikki vísa burtur trupulleikarnar, men læra at síggja teir frá   fleiri sjónarhornum. 
• Tað er mær ikki gjørligt at broyta onnur. Bert meg sjálva/-n!
• Orðið skapar tað, tað nevnir.
• Er glasið halvfult- ella halvtómt ?

Viðurkenning er fyri menniskjað eins og sólin er fyri planturnar!


Ynskir tú meiri kunning? Ring so til Gigni á 56 23 00 ella send okkum ein teldupost á gigni@gigni.fo
 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300