Bróstageving

 

Ynskir tú at geva tínum barni bróst?

Hetta er ein spurningur, sum nógvar komandi og nýggjar mammur fáa, bæði frá fakfólkum, familju, vinum og øðrum, og hetta er ein sera viðkomandi spurningar. Vit vita, at móðurmjólkin er sera góð fyri lítla barnið. Móðurmjólkin inniheldur júst tey føðsluevnini, ið títt lítla barn hevur brúk fyri, bæði teir fyrstu dagarnar eftir føðing og víðari fram. Mjólkin broytist, alt eftir tørvinum hjá barninum, og flestu børn trívast væl, bert við at fáa bróst teir fyrstu 6 mánaðirnar (eksklusiv bróstageving). Somuleiðis verjir móðurmjólkin barnið móti ymiskum ígerðarsjúkum (infektiónum), umframt at verja tað móti ovurviðkvæmi.

Sundhedsstyrelsen og WHO mæla til, at øll børn fáa bara bróst/móðurmjólk teir fyrstu 6 mánaðirnar eftir føðing.

T.v.s., at barnið fær onki annað enn móðurmjólk, til tað byrjar at eta annan mat enn mjólk. Hetta er, tá barnið er umleið 6 mánaðir, alt eftir menning og trivnaði hjá barninum og um tað er klárt til, at fáa annað enn mjólk. Les meira um Mat til barnið.

10 FACTS ON BREASTFEEDING - WHO

 

Hugburðurin og vitanin hjá pápanum, hevur avgerandi leiklut fyri bróstagevingina

Sjálvt um tað er mamman, sum gevur barninum bróst, forðar hetta ikki pápanum í, at hava samband við barnið, læra tað at kenna og knýta seg til tað. Tilknýtið og samband millum pápa og barn er tengt at, um pápin er til staðar, um pápin gevur barninum gætur og innliving. Pápin er líka góður sum mamman tá tað kemur til at vísa barninum kærleika, tryggleika og nærveru. Tað einasta hann ikki kann gera er, at geva barninum bróst.

Hugburðurin, pápin hevur mótvegis bróstageving, hevur stóra ávirkan á, um mamman velur at geva bróst, og hvussu leingi hon gevur bróst. Kanningar vísa eisini, at um pápin hevur nomið sær kunnleika og vitan um bróstageving fyribyrgir hetta, at mamman gevst at geva bróst, t.d. orsaka av trupulleikum við bróstagevingini. Heili fimm ferðir fleiri kvinnur góvu barninum bróst, tá tað var 6 mðr., um pápin hevði verið til undirvísing á 40 min. um bróstageving.

Pápin er eisini ein sera týdningarmikil stuðul hjá mammuni, og við at vísa mammuni ans og umsorgan er pápin eisini við til, at geva henni og barninum góðar fortreytir fyri, at bróstagevingin eydnast.

 

Samvera millum lítla barnið og pápan

  • Klemma og umfevn barnið, og lat tað merkja armarnar rundan um sín lítla kropp.
  • Gakk ein túr við barninum í ørmunum. Vís barninum farvurík ting og uppliv, hvussu barnið kennir aftur tey ymisku tingini.
  • Tosa við barnið og set orð á tað tit síggja, gera og føla.
  • Balla barnið væl í barnavognin og trilla ein túr. Tá fáa bæði tú og barnið fríska luft.
  • Troysta barnið við at leggja lítla høvdið inn at hálsinum hjá tær. Summandi ljóðið frá luftrørinum tá tú tosar róliga við barnið, er viðvirkandi til, at barnið fellur til ró.
  • Koyr barnið í bað, og njót gleðina og vælveruna hjá barninum.
  • Fá ein felags lúr á sofuni, við barninum á búkinum.
  • Lær at kenna "signalini" hjá barninum og soleiðis at kenna barnið. So gerst tú eisini betur førur fyri, at nøkta tørvin hjá barninum.

(Kelda: Amning - tidlig kontakt s. 13)

 

Geva bróst fyri einhvønn prís?

At vera góð foreldur er ikki tað sama sum at barnið fær bróst. Ofta følir mamman og/ella pápin tað sum eitt niðurlag, tá bróstagevingin av eini hvørjari orsøk ikki eydnast. Sjálvt um vit vita, at fysiskt er tað møguligt hjá allar flestu mammum at geva bróst, so kunnu tað verða umstøður sum gera, at hetta ikki altíð eydnast. Góð foreldur eru tey, ið taka góð val fyri sítt barn og familjuna. Um trupul bróstageving gerst ein forðing fyri tilknýtinum/sambandinum millum foreldur og barn, kann tað at geva fløsku vera ein góð loysn. At geva bróst nýtist heldur ikki at vera antin bróst ella fløska - tað kann gott vera bróst og fløska. T.v.s at barnið fær lutvíst móðurmjólk og móðurmjólkalíka, um tað ikki eydnast bara at geva bróst. Tað týdningarmesta vil altíð vera tað trygga tilknýtið og kærleikin til barnið.

Velur tú/tit at steðga við bróstagevingini, ella velur tú hana frá:

  • Steðga við góðaru samvitsku. Leita tær ráð frá heilsufrøðinginum um at geva fløsku, mjólkablandingar o.s.fr. Um hetta verður gjørt rætt, klárar barnið seg væl við at fáa móðurmjólkalíka.
  • Ansað eftir, at tað bert eru nøkur fá vaksin ið geva barninum fløsku. Í øllum førum teir fyrstu mánaðirnar. Eitt lítið barn gerst lætt ótrygt um tað upplivir skiftandi kontakt við fleiri vaksin.
  • Finn útav og tosa við heilsufrøðingin um hví og hvat tað var sum gjørdi, at bróstagevingin ikki eydnaðist hesaferð. At bróstagevingin ikki eydnaðist einaferð merkir ikki at tú ongantíð kanst geva bróst. At tosa um hetta kann fyribyrgja, at søgan endurtekur seg næstu ferð. Tosa eisini við heilsufrøðingin um hví, tú av eini hvørjari orsøk valdi ikki at geva bróst.

 

Fyrireiking til bróstageving

  • Tað er óneyðugt at fyrireika bróstini og vørturnar í viðgongutíðini. Hetta klárar kroppurin sjálvur.
  • Leita tær vitan um bróstageving, bæði við lesnaði og hjá heilsufrøðingi ella jarðarmóður.
  • Hav sjálvsálit og trúgv uppá at bróstagevingin fer at eydnast.
  • Hav realistiskar væntanir til bróstagevingina og tíðina aftaná føðing.

 

Kostráð

Tilrátt verður at fylgja alment galdandi kostráðum, sum eru:

  1. Et fjølbroytt, ikki ov nógv og ver kropsliga virkin dagliga 
  2. Et frukt og nógv grønmeti 
  3. Et meira av fiski 
  4. Vel fullkorn
  5. Vel soltið kjøt og soltnan viðskera 
  6. Vel soltna mjólk og mjólkaúrdrátt 
  7. Et minni av mettaðum feitti 
  8. Et minni av salti
  9. Et minni av sukri
  10. Drekk vatn 

Les meira um Bróstageving og kostráð

Umframt at fylgja alment galdandi kostráðunum verður tilrátt, at mammur sum geva bróst halda áfram at fylgja somu kostráðum, sum annars eru tilrádd í viðgongutíðini. Eisini er týdningarmikið at leggja til merkis, at bróstamjólkamongdin ikki er tengd at hvussu nógv kvinnan sjálv drekkur. Mjólkamongdin er stýrd eftir hvussu ofta barnið verður lagt til bróstið. Tilrátt verður tí at drekka tá tú kennir teg tysta og helst at drekka vatn.

 

Royking

Sigarettroykur inniheldur nógv skaðilig evni. Hesi evnini fara í móðurmjólkina og harvið til barnið sum fær bróst. Hetta er tí ein grund til at leggja av at roykja tá ein gerst við barn og tá ein hevur átt.

Hóast vit vita, at skaðiligu evnini frá sigarettini verða førd víðari til barnið ið fær bróst, so mælir Sundhedsstyrelsen ikki til, at mammur sum roykja lata vera við at geva bróst. Fyrimunurin við at geva barninum móðurmjólk verður enn mettur at vera størri, enn vansin við at mamman roykir. Les meira um Royking, viðgongutíð og føðing.

 

Alkohol

Drekk helst ikki alkohol tíðarskeiðið ið tú gevur bróst. Tá mamman drekkur alkohol, verður hetta ført víðari til barnið við móðurmjólkini. Mongdin av alkoholi í móðurmjólkini er tann sama sum í blóðinum hjá mammuni. Hetta merkir, at promillunøgdin í móðurmjólkini til eina hvørja tíð er tann sama sum í blóðinum hjá mammuni! 

Nýfødda barnið er ikki líka viðbrekið sum ófødda barnið. Hóast hetta, so verður allíkavæl tilrátt, at mamman sum gevur bróst helst ikki drekkur alkohol, tí ongin veit, hvat lægsta markið er fyri hvat barnið tolir og hvat skal til fyri at skaða barnið. Promillan í móðurmjólkini kann ikki lækkast við t.d. at mjólka út, men fylgir promillunøgdini í blóðinum hjá mammuni. Alkohol í móðurmjólkini ávirkar grovmotorikkin og svøvnmynstrið hjá barninum.

Barnið er eisini í vanda fyri, at koma til skaða á annan hátt, tí tá foreldur eru ávirkaði, ávirkar hetta teirra rørslustýring og evnini til at skyna á. Hvørt ár koma fleiri børn til skaða, tí foreldrini eru ávirkaði.

Les meira um alkohol og tilráðingar frá Sundhedsstyrelsen

 

Tann fyrsta kontaktin

Ótarnað húð til húð kontakt millum mammu og barn beint aftaná føðingina og tað næstu tíðina, hevur sera stóran týdning fyri bróstagevingina. Um barnið er frískt og fullborið, hevur tað viðfødd evni til sjálvt at finna bróstið og fáa fatur í bróstinum, um tað verður lagt húð til húð hjá mammuni, beint eftir føðing, og ótarnað sleppur at liggja har, til tað hevur sogið fyrstu ferð.

 

Vegurin hjá nýfødda barninum til bróstið

Barnið:

  • liggur friðarliga húð til húð á búkinum/bringuni hjá mammuni
  • byrjar at røra seg
  • ger grulvu-líknandi rørslur við ørmum og beinum
  • ger munn- og súgvurørslur, slevar
  • leitar eftir bróstinum
  • finnur bróstið, slikkar og rørir við bróstvørtina
  • sveipar um bróstið, sleppur og tekur fatur í, sýgur
  • sovnar eftir at tað hevur sogið

(Kelda: Amning - en håndbog for sundhedspersonal s. 56)

 

Hvussu skal barnið liggja við bróstið?

Fyri at bróstagevingin skal eydnast er tað týdningarmikið, at barnið liggur rætt við bróstið, eins og at tað hevur fatur í bróstinum og sýgur á rættan hátt. Mamman eigur ikki at fáa ilt alla tíðina meðan barnið sýgur. Um so er, tak so barnið frá bróstinum og royn einaferð afturat. Gev tær og barninum tíð til at læra at geva og fáa bróst. At læra hetta kann gott taka tíð. Um barnið grætur og/ella tú ert strongd, tí alt ikki eydnast beinanveg, tak so barnið frá, troysta og bíða til barnið og tú eru fallin til ró, og royn so aftur.  

 

Góður súgviháttur

  • Barnið skal venda ímóti mammuni, búk móti búki, liggja tætt inn til mammuna og leggja høvdið eitt vet afturá
  • Høkan hjá barninum skal nerta við bróstið hjá mammuni, og nøsin skal vera frí
  • Muðurin hjá barninum skal vera opin, og varrarnar, serliga undirvørrin skal hella úteftir
  • Barnið skal hava fatur langt inni á bróstinum, og undirvørrin skal fevna um ein størri part av areola (tað brúna rundan um vørtina) enn yvirvørrin
  • Barnið skal súgva og svølgja rútmiskt og kjálkarørslan skal flyta seg heilt upp til oyrini

Kelda: (Amning - en håndbog for sundhedspersonale s. 64)

Les eisini: Dit barns måde at sutte på kan afgøre, om din amning lykkes

 

Ymiskir hættir at sita ella liggja, tá ein gevur bróst

Tað eru fleiri ymiskir hættir at sita ella liggja, tá mamman skal geva barninum bróst. Ongin hættur er meira "rættur" enn ein annar. Tað týdningarmesta er, at mamman situr ella liggur væl, so hon ikki er spent í kroppinum meðan hon gevur bróst, men kann slappa av og sita ella liggja væl. Serliga fyrstu tíðina fer sera nógv tíð til at geva bróst, og tí er týdningarmikið, at velja eina legu sum kennist góð fyri mammuna og barnið. Óansæð hvørja legu mamman velur, er tað týdningarmikið, at barnið altíð verður hildið í ørmunum á mammuni. Um barnið bert liggur á einari pútu ella undirlagi er vandi fyri, at barnið "hongur" í vørtuni. Tá er størri vandi fyri at vørturnar gerast eymar og at fáa sár.

 

Vanlig sitandi lega:

Fyrimunur:

  • Lætt fyri tey flestu at nýta
  • Kann nýtast allastaðni

Vansar:

  • Høvdið hjá barninum verður ikki so væl stuðlað, serliga týdningarmikið tá barnið er nýføtt ella hjá ov tíðliga føddum børnum

 

Tvíburðalega:

Fyrimunur:

  • Góð til tvíburðar
  • Stuðlar høvdinum hjá barninum og er tí góð til nýfødd og ov tíðliga fødd børn
  • Góð aftaná keisaraskurð og um mamman vigar ov nógv
  • Lætt at eygleiða munnin hjá barninum

Vansar:

  • Vandi fyri, at ein heldur ov fast um høvdið hjá barninum soleiðis, at barnið spennir ímóti
  • Tørvur er á, at tað er gott pláss aftureftir til beinini hjá barninum

 

Liggjandi á síðuni: 

Fyrimunur:

  • Minkar um møði
  • Góð um mamman hevur tupult við at sita aftáná burð (t.d. um hon er skrædnað og seymað)

Vansar:

  • Verri hjá mammuni at síggja og hjálpa barninum at taka rætt um bróstið.
  • Mamman og barnið kunnu sovna. Sudhedsstyrelsen fráræður, at mamma og barn sova í somu song, um mamman roykir, er ávirkað av alkohol/medisin ella um mamman er yvirtroytt. Týdnignarmikið er, altíð at fylgja tilráðingunum fyri at fyribyrgja vøggudeyða. Les faldaran Vuggedød kan forbygges.

 

Tekin ið vísa at barnið er svangt

  1. Skjótar eygnarørslur undir eygnalokinum
  2. Súgvurørslur við munninum og tunguni
  3. Arm- og beinrørslur
  4. Leitar eftir bróstinum
  5. Koyrir fingrarnar í munnin
  6. Óróligt og "grenjar"
  7. Óróligt og grætur við millumbilum
  8. Grætur allatíðina, rørir allan kroppin og gerst reytt um andlitið

(Kelda: Amning - en håndbog for sundhedspersonale s. 60)

 

Suttan

Tað er týdningarmikið fyri at bróstagevingin kann eydnast, at barnið ikki fær suttu beint eftir føðing. Umframt at hetta kann órógva súgvuhættin hjá barninum, er alt sum bendir á, at børn ið nýta suttu, súgva minni bróstið, enn børn ið ikki nýta suttu. Hetta gerð, at mjólkaframleiðslan kann vera minni enn veruligi tørvurin hjá barninum, grundað á, at jú meira barnið sýgur, meira móðurmjólk verður framleidd.

Tí verður frárátt, at børn ið fáa bróst brúka suttu. Velur tú/tit at geva barninum suttu, bíða so í øllum førum til bróstagevingin gongur sera væl, bæði hjá barnið og mammu.

 

Títtleikin og longdin av eini máltíð

Tað er sera ymiskt frá barni til barn, hvussu ofta tað sýgur og hvussu leingi tað sýgur hvørja ferð. Nøkur børn trívast væl við at súgva 6 ferðir um døgnið, meðan onnur hava brúk fyri at súgva 10 - 12 máltíðir um døgnið. Tað er tó týdningarmikið, at barnið sýgur minst 6 máltíðir um døgnið og helst oftari. Fyrstu tíðina eftir føðing er serliga týdningarmikið, at barnið verður lagt ofta til bróstið. Hetta er fremjandi fyri bróstagevingina og mjólkaframleiðsluna.

Longdin av einari bróstamáltíð er millum annað tengd at anatomiskum viðurskiftum í bróstinum hjá mammuni, evninum hjá barninum at súgva og samspælinum millum mammuna og barnið. Nøkur børn súgva nokk í 5 minuttir, meðan onnur súgva í 20-30 minuttir ella longri.

Tað er týdningarmikið, at barnið sleppur at súgva, til barnið sjálvt vísir tekin til, at barnið er mett og liðugt at eta. Hesi tekin kunna vera, at barnið sjálvt sleppur bróstinum, sýgur sera sjáldan ella við at barnið sovnar. Um barnið sjálvt sleppur bróstinum, gev so barninum møguleika fyri at "ropa", skift blæuna og bjóða síðani barninum sama bróstið einaferð afturat, inntil barnið avvísir bróstið. Um barnið er meira svangt, bjóða so hitt bróstið. 

Móðurmjólkin í bróstinum broytist gjøgnum eitt máltíð soleiðis, at í byrjanini er mjólkin tunn men nógv, meðan hon síðan gerst meira feit og harvið orkurík. Tí er týdningarmikið, at barnið sýgur seg liðugt á sama bróstið, áðrenn næsta bróstið verður bjóða barninum. Hetta fyri, at barnið eisini kann fáa tað orkuríku feitu mjólkina sum gerð, at barnið verður longri mett og trívist betri.

 

Tekin, ið vísa at barnið trívist

Vektin hjá barninum er góð at meta seg eftir, um barnið fær nokk at eta ella ikki. Hetta er tó ikki tað einasta, sum vísir um barnið trívist. Tað er týdningarmikið, at foreldur hyggja eftir barninum og læra seg at síggja, um barnið fær nokk ella ikki.

Vanlig tekin til at barnið trívist eru, at barnið er:

  • áhuga í at eta/súgva og etur í minsta lagið 6 ferðir um døgnið
  • er vakið og veitir umhvørvinum og foreldrunum ans
  • virkar væltilpassar tað mesta av tíðini
  • ikki er konstant óróligt ella grátandi, men heldur ikki virkar sløvt/dovisligt
  • hevur afførning svarandi til aldurin
  • hevur normala húðfarvu, ikki gráligt ella bleikt um húðina

(Kelda: Amning - en håndbog for sundhedspersonale s. 75)

 

Trupulleikar við bróstagevingini

Hóast foreldur fyrireika seg og geva sær tíð til at mamman og barnið læra at geva/fáa bróst, so eru nógvar mammur ið uppliva, at hava ymiskar trupulleikar við bróstagevingini. Ein donsk kanning (Foverskov 2000) vísir millum annað, at 45% av mammunum hava trupulleikar við bróstagevingini. Trupulleikar við bróstagevingini á ein ella annan hátt er eisini vanligasta orsøkin til, at bróstagevingin ikki eydnast.

 

Vanligastu orsøkirnar til trupulleikar við bróstagevingini eru at:

  • barnið hevur ikki nóg væl fatur í bróstinum (sýgur ikki rætt) og at barnið ikki sýgur nóg munagott
  • barnið ikki fær boðið at súgva nóg ofta og nóg leingi hvørja ferð
  • mamman er spent í kroppinum (órógva/nervøs), tá hon gevur bróst

Yvast tú í, um barnið tekur nóg væl bróstið, ella um barnið sýgur nóg ofta, spyr so um ráð og vegleiðing skjótast møguliga, helst áðrenn tú hevur fingið trupulleikar við bróstagevingini. Hetta kann vera við at venda tær til starvsfólkið á sjúkrahúsinum (um tú enn ert innløgd) ella til heilsufrøðingin.

 

Vanligir trupulleikar við bróstageving

 

Eymar vørtir:

  • Pína í vørtunum er tann mest vanliga orsøkin til, at gevast tíðliga við at geva bróst
  • Vanligt tær fyrstu vikurnar
  • Kann linnast við at anda djúpt inn tá ein leggur barnið til
  • Tað er av týdningi, at vera fyrireikað til hesa pínuna
  • Um pínan heldur áfram aftaná at mjólkin er sett til, er orsøkin næstan altíð, at barnið ikki hevur rætt fatur á bróstinum. (Ikki sýgur rætt)

Orsøk til eymar vørtir:

  • Barnið sýgur ógvuliga virkið/dúgliga
  • Í byrjanini sýgur barnið eitt bróst, sum bert inniheldur lítið av mjólk
  • Barnið verður ov sjáldan lagt til og er tí ógvuliga svangt.
  • Mamman er spent/nervøs, og mjólkin rennur tí ikki so væl.
  • Ov stutt tunguband hjá barninum, kann vera orsøk til pínu í vørtunum.

Um onki verður gjørt við varandi pínu í vørtunum, kann hetta gerast til sár ella rivur.

Aftaná eina tíð, kunnu vørtirnir gerast eymir vegna hormonbroytingar hjá mammuni í samband við mánasjúku (menstruatión).

Um barnið hevur rætt fatur um bróstið (sýgur rætt), kann tað súgva leingi, uttan at mamman fær ilt. Um tú enn hevur pínu í vørtunum eftur at barnið er lagt til, tak so barnið frá aftur, og legg tað til einaferð afturat. Møguliga hevur barnið ikki rætt fatur á bróstinum. Sjá Góður súgvuháttur.

 

Sár og Rivur:

Aloftast er orsøkin til sár og rivur á vørtunum, at barnið ikki hevur rætt fatur um bróstið (sýgur rætt). Formurin á sárinum ella rivuni og hvar á vørtuni tað er, kann vísa orsøkina til trupulleikan. Um sárið/rivan er sum ein strika tvørtur ígjøgnum endan av vørtuni, tekur/sýgur barnið ov uttarlaga. Breiðir sárið seg yvir tað mesta av endanum á vørtini, kann hetta vera tekin til, at barnið sýgur ógvuliga virkið ella ov dúgliga.

Um barnið fær rætt fatur á bróstinum (sýgur rætt), hvørvur pínan í flestu førum aftaná eitt ella tvey døgn. Sárini lekjast sum oftast eftir eina viku.

Ongi prógv eru fyri, at vørtukrem, hydrogelforbindingar, "strandskaller" ella líknandi fyribyrgja ella lekja sár á vørtunum. Tvørturímóti er vandin størri fyri, at hesi gera støðuna verri.

 

Góð ráð, ið kunna avlasta pínu í vørtunum

Mamman kann royna:

  • at bjóða barninum bróstið, so skjótt hon varnast at barnið vísir tekin til at tað er svangt
  • at fáa mjólkina at renna, áðrenn barnið verður lagt til
  • at mjólka eitt sindur út við hondini, um barnið hevur ringt við at fáa fatur á bróstinum vegna tað, at bróstið er "spent"
  • fyrst at leggja barnið til tað bróstið, sum er minni eymt
  • at syrgja fyri, at barnið tekur/sýgur rætt og, at barnið liggur heilt inn at kroppinum hjá mammuni
  • at byrja umaftur, um barnið hevur ringt við at fáa rætt og væl fatur á bróstið
  • at slappa av - og anda djúpt og róliga
  • at royna ymiskar hættir/legur meðan tú gevur bróst
  • at koyra ein fingur inn í munnvikan hjá barninum, áðrenn tað verður tikið frá bróstinum
  • at lata móðurmjólk turka á bróstvørtini
  • at halda bróstvørturnar turrar - og lata tær fáa luft
  • at brúka heitt umslag ella eina "bróstvørtaverju" millum máltíðirnar hjá barninum
  • at hava ein steðg í bróstagevingini, um pínan er alt ov ring til at leggja barnið til bróstið

(Kelda: Amning - en håndbog for sundhedspersonale s. 106)

 

Soppur:

Um talan er um ígerð (infektión) av soppi er tað av týdningi, at bæði mamman og barnið fáa viðgerð.

Orsøk:

  • Niðursett verjuskipan, orsaka av sjúku ella strongd, t.d. eftir føðing
  • Antibiotika kann gera ójavnvág í kroppinum og harvið geva ígerð av soppi
  • Aðrar møguligar orsøkir kunnu vera brósthaldarar úr kunstklæði, tøtt "ammeinnlegg" og fliðir

Tekin:

  • Pína sum er sterk, brennir, skriðar ella svíðir
  • Pínan strálar frá bróstvørtini inn í bróstið
  • Pína bæði meðan barnið sýgur og millum at mamman gevur bróst
  • Húðin er blonk ella flusnað og reyð
  • Møguliga sár og rivur á vørtuni, bæði við og uttan bakteriur
  • Møguliga vánalig leking av sárum
  • Hvítir belegningar síggjast í einstøkum førum á bróstvørtini ella rundan um vørtina
  • Soppaígerð í neðra hjá mammuni

Viðgerð fyri sopp:

Tað er av stórum týdningi, at bæði mamma og barn verða viðgjørd!

  • Um tekinini eru mild, kann umráðið, har soppatekinini eru, vaskast við Apollinaris, bæði áðrenn og aftaná at mamman hevur givið bróst. Somuleiðis er týdningarmikið, at muðurin hjá barninum og bróstið/vørtirnar verða viðgjørd samstundis.
  • Um tekinini eru ring, ella Apollinaris ikki hjálpir, skulu bæði mamma og barn hava heiligvág. Tosa við læknan ella heilsufrøðingin um hetta.
  • Um mamman ella barnið hava tekin til soppaígerð aðrastaðni á kroppinum, ella møguliga onnur í familjuni vísa tekin til soppaígerð, skal hetta eisini viðgerðast. Annars er vandi fyri, at soppurin kemur aftur. 
  • Er ígerðin (infektiónin) íkomin bæði av soppi og bakterium, skal viðgerðast fyri bæði í senn.
  • Viðhvørt kann vera hóskandi at nýta pínustillan við Paracetamol soleiðis, at mamman gerst betur før fyri at slappa av, tá barnið skal leggjast til. Tosa við læknan ella heilsufrøðingin áðrenn.
  • Um mamman hevur ov nógva pínu at leggja barnið til bróstið, kann vera neyðugt, at mjólka út og geva barninum móðurmjólkina á annan hátt.
  • Um mamman nýtir "ammeinnlegg" skulu hesi skiftast hvørja ferð eftir, at hon hevur givið bróst.
  • Undirklæðir, seingjaklæðir og handklæðir skulu vaskast við í minsta lagið 60 gradir hita.
  • Mælt verður til at nýta hít við samlegu.

 

Eksem á vørtunum:

Sleppast kann undan eksem á vørtunum við ikki, at nýta tað, sum gevur eksem.

  • Alt sum kann geva húðtrupulleikar aðrastaðni á kroppinum, kann eisini geva húðtrupulleikar á vørtunum.
  • Kvinnur við Atopiskum eksemi eru í størri vanda fyri, at fáa vørtueksem.
  • Útslett á vørtunum kann eisini standast av sápu, shampoo, kremi, vaskipulvur, kunstevni, ull, klorvatni o.s.fr.
  • Suttubrikkur og/ella bróstpumpa kunnu eisini verða ein orsøk, umframt lokalviðgerð við kremi/salvu.

Viðgerð:

  • Halda seg frá ella koyra tað vekk, sum elvir til húðtrupulleikan
  • Geva bróstunum ljós og luft
  • Ikki nýta bróstvørtukrem ella "einnýtisammeinnlegg"
  • Nýta klæðir úr bummull
  • Nýta allergivinarligt vaskipulvur og skolievni. (Tað er vanliga als ikki neyðugt at nýta skolievni í Føroyum)
  • Møguliga nýta veikt steroidkrem. Skal vaskast av, áðrenn barnið verður lagt til bróstið!
  • Um pínan í vørtunum, tá barnið verður lagt til, er ov ring, so mjólka út

 

Innatvendar vørtir:

Flestu kvinnur við fløtum ella innatvendum vørtum kunna geva bróst uttan trupulleikar. Fysiologiskar broytingar í viðgongutíðini og/eftir barnsburð gera sum oftast, at bróstvørtirnar menna seg, so bróstagevingin eydnast uttan trupulleikar.

Einans 3% av øllum kvinnum hava innatvendar vørtir eftir at tær hava átt, og hjá 87% av hesum kvinnum, er tað bert tann eina vørtin. Annars eru tað bara 4% av teimum innatvendu vørtunum, sum eru heilt innatvendar og ikki fáast út, hvørki við bróstagevan ella við at mjólka út.

Trupulleikar - góð ráð - loysnir

  • Tað kann vera trupult hjá barninum, at fáa um bróstið, tá bróstvørtan ikki strittar av sær sjálvum
  • Mamma og barn hava, í byrjanini av bróstagevingini, brúk fyri góðari tíð og friði til tess, at fáa bróstagevingina at eydnast
  • Bróstvørtan kann møguliga togast fram, við eini hándpumpu, beint áðrenn barnið verður lagt til bróstið
  • Mjólkaframleiðslan kann setast í gongd og haldast viðlíka við, at mjólka út, um barnið ikki fær tikið bróstið
  • Ein suttubrikkur kann lætta um hjá barninum, so tað gerst lættari at taka bróstið. Í teimum fáu førunum, har vørtin heilt vendir inneftir, kann verða neyðugt at nýta suttubrikk
  • Tað er av stórum týdningi, ikki at nýta, ella at bíða við at brúka suttu og suttufløsku

 

Bróstspenningur:

Trupulleikar, ið standast av fysiologiskum bróstspenningi, kunnu fyribyrgjast við, at barnið verður lagt ofta til og fær gott fatur í bróstið. Bróstspenningur, sum vanliga er 2-4 dagar eftir barnsburð, og síðani minkar av sær sjálvum eftir eina viku, er fysiologiskur.

Góð ráð í samband við bróstspenning:

  • Legg barnið ofta til
  • Síggj til, at barnið tekur rætt og hevur rættan súgvihátt
  • Royn at slappa av
  • Far í heita brúsu ella bað, massera bróstið og mjólka eitt sindur út, áðrenn barnið verður lagt til
  • Mjólka út, um barnið ikki fæst at taka bróstið

Ein strammur brósthaldari kann forða fyri góðari "drenagu" frá bróstvevnaðinum í "axillini" og verða orsøk til, at mjólkagongirnar verða typtar, eins og at ígerð (infektión) kemur í bróstið.

 

Mjólkastasa (mjólkabróstspennan):

Tekin:

  • Byrjar líðandi við, at bróstið gerst hovið, hart og heitt
  • Pína í øllum bróstinum
  • Møguliga skínandi húð, við spjæddum reyðum knútutum økjum
  • Mamman hevur vanliga ein temperatur undir 38,5 gradir og er ikki alment illa tilpassar

 

Typtar mjólkagongir (mjólkaknútar):

Typtar mjólkagongir (mjólkaknútar) kemst av, at mjólkin hópast upp í bróstinum og ikki slepst av við mjólkina. 

Tekin:

  • Lokal mild pína og hevilsi
  • Møguliga roði um húðina
  • Lítil ella ongin fepur, vanliga undir 38,5 gradir og ikki alment illa tilpassar
  • Møguliga klumpar í útmjólkaðari mjólk. Hevur ongan týdning fyri mjólkina, ella at geva barninum hana.

 

Góð ráð:

  • Leggja barnið ofta til bróstið og so leingi barnið vil. Minst 8 ferðir um døgnið.
  • Avmarka nýtsluna av suttu
  • Drekka nógv
  • Umganga alt, sum kann forða fyri, at mjólkin rennur væl. T.d. stramm klæðir og ógvuslig viðferð av bróstinum. Heldur strúka varliga
  • Hvíla nógv, møguliga heitt slag um bróstið, heita brúsu ella bað og anda væl ígjøgnum
  • Gagnnýta støðurnar, har mamman er avslappa, til at leggja barnið til
  • Syrgja fyri, at barnið fær gott fatur um bróstið
  • Skifta ímillum ymiskar legur meðan givið verður bróst
  • Leggja barnið/nýta eina legu, har høkan hjá barninum er útfyri har, ið bróstið er eymast
  • Massera bróstið varliga út móti bróstvørtini, áðrenn og meðan barnið sýgur bróstið
  • Mjólka eitt sindur út við hond, áðrenn barnið verður lagt til
  • Mjólka út, eftir at barnið hevur sogið, til bróstið kennist bleytt
  • Pínulinnandi heilivág (Paracetamol) áðrenn givið verður bróst. Tosa við læknan ella heilsufrøðingin

 

Trupulleikin kann eisini vísa seg, við eini White spot, ið er ein lítil hvít bløðra, uttast á bróstvørtini. Gevur ógvuliga nógva pínu tá barnið sýgur. Hetta kemst av, at mjólkagongin er dekka, av einari tunnari hinnu av vevnaði. Hindin kann fáast vekk, við einari reinari fingurnegl, einum ruflutum lappa/klúti ella eini sterilari nál.

 

Inflammatión:

Inflammatión í bróstinum (ikki infektiøsur bruni), kann koma knappliga orsaka av, at mjólkin hevur samla seg, og treingir út í vevnaðin rundanum mjólkakertlarnar.

Tekin:

  • Lokalt økið á bróstinum ið gerst reytt, heitt, hart og hovið, eins og ein sterk lokal pína
  • Alment illa tilpassar, kvalma, troytt, eym um allan kroppin og kuldaskjálvtar
  • Møguliga fepur yvir 38,5 gradir
  • Um mamman er alment illa tilpassar, kann hetta vera tekin til ein bakteriubruna
  • Mjólkaframleiðslan kann møguliga minka í stytri ella longri tíð

Ráð:

Sí ráð í samband við Typtar mjólkagongir (mjólkaknútar)

Inflammatión verður ofta hildið at verða bakteriellur bruni, og tí viðgjørt við antibiotika. Mamman gerst betur tilpassar av viðgerðini, men trupulleikin til inflammatiónina er ikki loystur av viðgerðini. Viðgerðin er, at fáa mjólkina at renna. Sí ráð í samband við Typtar mjólkagongir (Mjólkaknútar) omanfyri.

 

Bróstbruni:

Byrjar knappliga orsaka av, at mjólkin hevur samla seg í bróstinum og bakteriur eru slopnar til bróstvevnaðin, gjøgnum mjólkagongirnar, blóðæðrar og/ella lymfusystemið, um mamman hevur sár ella rivur á bróstvørtini. Um mamman er alment illa fyri, strongd og troytt, kann hetta økja um vandan fyri bróstbruna.

Tekin:

  • Lokalt økið á bróstinum, ið gerst reytt, heitt og hovið, eins og ein sterk lokal pína
  • Alment illa tilpassar, kvalma, troytt, eym um allan kroppin og kuldaskjálvtar
  • Fepur yvir 38,5 gradir

Viðgerð:

  • Antibiotika um almannastøðan ikki er betur eftir 12-24 tímar og mamman ikki hevur fingið "tømt" bróstið
  • Fáa mjólkina at renna. Sí ráð í samband við Typtar mjólkagongir (Mjólkaknútar) omanfyri
  • Um tekinini eru álvarsom, skal viðgerðast við antibiotika beinanveg
Ráð: Sí ráð í samband við Typtar mjólkagongir (Mjólkaknútar)

 

Absces (Svullur):

Ein absces kann standast av skeivari ella ov seint íverksettari viðgerð av bróstbruna.

Tekin:

  • Avmarka samansavning av bruna
  • Kann sita grunnt (yvirfladiskt) og tætt við areola, ella djúpt inni í bróstinum
  • Sera pínufullur hovin knútur
  • Húðin rundanum knútin er reyð, heit og hovin
  • Møguliga fepur

Viðgerð:

  • Samband við egnan lækna ella læknavaktina
  • Burturtøka av váginum. Verður gjørt av lækna
  • Antibiotika
  • Framhaldandi bróstageving
  • Kann verða neyðugt at mjólka út
  • Møgulig pínuviðgerð. Tosa við heislufrøðingin ella læknan

 

Trupulleikar við mjólkaframleiðsluni:

 

Ov lítið av mjólk

Orsøk:

  • Mamman yvast og gerst ósikkur
  • Sjáldan fysiologiskar orsøkir
  • Barnið fær móðurmjólkalíka
  • Mamma hevur skeiva fatan av, at tað ikki er nóg nógv mjólk, tí bróstspenningurin er minni enn í byrjanini
  • Mamman yvast, um barnið fær nokk, tí barnið vísir ónøgd
  • Barnið liggur ikki nóg ofta til bróstið og sýgur ikki nóg leingi
  • Barnið hevur ikki nóg væl fatur á bróstinum og sýgur ikki munadygt
  • Mamman er spent, og tí rennur mjólkin ikki nóg væl
  • Bróstið verður ikki "tómt" og tí minkar mjólkaframleiðslan

Ráð:

  • Legg barnið oftari til, eisini um náttina
  • Ansa eftir, at barnið sýgur rætt
  • Barnið skal súgva fyrsta bróstið, til tað avvísur at taka tað aftur ("tøma bróstið")
  • Mjólka út aftaná bróstageving, til mjólkaframleiðslan er nøktandi
  • Avmarka brúk av suttu og tilskot av móðurmjólkalíka
  • Nýt kopp ella Lact-aid skipanina (spyr heilsufrøðingin) um barnið fær annað enn bróstið
  • Stuðulin og umsorganin frá pápanum er sera týdningarmikil fyri, at bróstagevingin kann eydnast
  • Mamman skal hava nógva hvíld. Helst hvíla saman við barninum - húð til húð, fyri at stuðla mjólkaframleiðsluna
  • Avlýsa allar avtalur
  • Fáa praktiska hjálp

 

Mjólkaframleiðslan kann ikki mátast:

  • við at viga barnið aftaná hvørja máltíð
  • við at vita, hvussu nógv mamman kann mjólka út
  • við at vita, hvussu nógv barnið vil súgva úr fløsku aftaná, at hava fingið bróst

(Kelda: Amning - en håndbog for sundhedspersonale s. 116)

 

Ov nógva mjólk

Orsøk:

  • Nakrar kvinnur framleiða meira mjólk at byrja við, enn tørvur er á
  • Barnið verður flutt til hitt bróstið, áðrenn ta hevur fingið nokk av tí feitu mjólkini. Barnið verður ikki mett og vil tí súgva ofta sum ger, at framleiðslan framhaldandi verður ov stór

Um mjólkaframleiðslan er ov stór, í mun til nøgdina barnið sýgur, er vandin fyri bróstbruna størri. Ansað eftir, at bróstið/bróstini eru uttan harðar knútar eftir hvørja máltíð. Um ikki, sí ráð í samband við Typtar mjólkagongir (Mjólkaknútar).

Tekin:

  • Barnið er ófriðarligt, meðan tað sýgur
  • Barnið klýggjar, hevur ilt í búkinum, tunnan afførning og trívist møguliga ikki, tí barnið fær ov stóra mongd av ófeitari mjólk
  • Barnið sýgur ov uttarliga ella avvísur bróstið fyri, at viga upp ímóti

Ráð:

  • Bert bjóða annað bróstið til hvørja máltíð. Hetta ger, at mjólkaframleiðslan í hinum bróstinum verður tarnað, tí bróstið verður verandi "fylt"
  • "Blokk-bróstageving", har barnið eitt ávíst tíðarskeið verður lagt til sama bróst fyri soleiðis, at minka um mjólkaframleiðsluna í hinum bróstinum. Spyr heilsufrøðinging

Í allarflestu førum lagar mjólkaframleiðslan seg til tørvin hjá barninum.

 

Mjólkin setur seint til:

Hetta er, tá mjólkaframleiðslan ikki er komin í gongd, aftaná meira enn 72 tímar aftaná føðing.

Orsøk:

  • Serlig viðurskiftir hjá mammuni, t.d. at móðurkakan situr føst
  • Polycystisk ovariesyndrom (órógv í hormonjavnvágini hjá mammuni)
  • Yvirvekt
  • Typa-1 Diabetis
  • At bróstini eru minkaði við skurði
  • Barnið vísir ongan áhuga fyri bróstinum fyrstu tímarnar eftir føðing
  • Mamman megnar ikki, at leggja barnið til nóg ofta, tí hon t.d. hevur átt ov tíðliga, fingið pínulinnandi heiligvág, átt við keisaraskurði ella havt møguligar trupulleikar undir føðingini

Ráð:

  • Mamma og barn eru saman húð til húð
  • Mamman fær hjálp til at leggja til, so skjótt barnið er við at vakna
  • Lata vera við, ella bíða við at geva barninum suttu
  • Stimbra mjólkaframleiðsluna við massasju, so skjótt mamman er klár
  • Eftir 18-24 tímar kann mjólkaframleiðslan økjast, antin við at geva bróst, ella mjólka út 3. hvønn tíma ella oftari

Vanliga er óneyðugt, at geva barninum tilskot, sum t.d. móðurmjólkalíka!

 

Byrja av nýggjum:

Um bróstagevingin av eini hvørjari orsøk ikki eydnaðist beinanveg, ber altíð til at byrja umaftur. Hetta er tó treytað av, at orka og tíð er til hetta, og kann antin gerast við, at geva bróst ella at mjólka út. Flestu kvinnur byrja at framleiða mjólk eftir eina viku.

Ráð:

  • Sí vegin hjá barninum til bróstið sum skriva omanfyri
  • Barnið skal fáa bróst so ofta og so leingi sum gjørligt
  • Barnið skal súgva minst 8-10 ferðir um døgnið og minst 10-15 minuttir við hvørt bróst
  • Um barnið ikki vil liggja til bróstið, ber til at nýta "Lact-aid skipanina". Spyr heilsufrøðingin
  • Mamman skal hava nógva hvíld og frið til at geva bróst

Hátturin kann eisini nýtast til ættleidd børn. Spyr heilsufrøðingin.

 

Barnið og bróstageving:

Trupulleikar við bróstageving til eitt frískt barn kunnu eisini standast av, at barnið avvísir annað ella bæði bróstini, "gylpar" ella grætur nógv.

 

Barnið avvísir bróstið:

Orsøk:

  • Barnið fær ikki fatur, tí bróstið er spent, ella tí vørtirnir eru flatar alla venda inneftir
  • Soppur
  • Mjólkin hevur broytt smakk, tí mamman hevur mánasjúku (menstruatión)
  • Barnið varð lagt til fyrstu ferð, áðrenn tað var klárt at súgva
  • Bróstagevingin hevur verið ein keðilig uppliving

Ráð:

  • Mjólka út, áðrenn barnið verður lagt til, um mjólkin rennur ov skjótt
  • Fá mjólkina at renna, áðrenn barnið verður lagt til, um mjólkin rennur ov seint
  • Skift legu, um barnið fær ilt, meðan tað fær bróst
  • Um barnið vil súgva um náttina, men ikki um dagin, kann mamman royna at skapa somu umstøður um dagin
  • Um barnið bert avvísur eitt bróst, kann bróstagevingin halda áfram frá hinum bróstinum
  • Um tað ikki eydnast at fáa barnið at taka bróstið, kann mamman mjólka út og geva barninum mjólkina á annan hátt

 

Barnið "ropar" og klýggjar:

Orsøk:

  • Barnið sýgur luft meðan tað fær bróst
  • At barnið verður flutt til hitt bróstið ov tíðliga í máltíðini
  • Um barnið spýr, tá tað "ropar", kann hetta koma av, at lokavøddin millum spísirørið og magasekkin ikki er heilt búgvin

Tekin:

  • Barnið hevur tørv á at "ropa", tá mjólkin er sett til
  • Barnið sleppur bróstinum, tí tað skal "ropa"
  • Barnið er ófriðariligt, meðan tað sýgur
  • Barnið vaknar vegna luft í búkinum

Ráð:

  • Um barnið vaknar vegna luft í búkinum, er tað gott at lata tað "ropa", áðrenn tað verður lagt at sova
  • Bjóða barninum bróstið, so skjótt barnið vísir tekin um, at tað er við at gerast svangt
  • Ansað eftir, at barnið hevur nóg væl fatur um bróstið
  • Bjóða sama bróstið fleiri ferðir í somu máltíð, so barnið eisini fær tað feitu mjólkina
  • Orsøk til spýggju kann eisini vera, tí mamman hevur ov nógva mjólk

Um barnið tykist sjúkt (ikki er sum tað plagar), klýggjar ógvusliga ella spýr ógvusliga, skal tað kannast av lækna!

 

Grátur: 

Flestu børn gráta í meðal 2 tímar um døgnið teir fyrstu mánaðirnar, meðan nøkur børn gráta meira enn 3 tímar um døgnið.

Orsøk:

  • Kann vera, tí barnið ikki fær sín tørv nøktaðan
  • Um barnið grætur stutt aftaná hvørja máltíð, skal tað kannast fyri reflux. Spyr heilsufrøðingin ella læknan
  • Møguliga er maga-tarm kanalin óbúgvin, og gráturin gerst minni, so hvørt sum barnið eldist
  • Barnið verður flutt ov tíðliga frá einum bróstið til hitt, í somu máltíð. Búkurin verður tá fyltur uttan, at barnið gerst veruliga mett. Barnið fær á henda hátt nógva Laktosu, sum kann geva barninum "luft í búkin".

Ráð:

  • Lær at kenna og tulka tekinini frá barninum og nøkta tørvin út frá hesum. Tað kann taka eina tíð at læra at kenna sítt barn og tekinini frá barninum
  • Troysta og fá barnið at kenna seg trygt
  • Rørslur og tøtt kropskontakt (gjarna húð til húð), kunnu gera barnið róligt
  • Brúka møguliga beriseðla ella fetil at bera barnið í. Tosa við heilsufrøðingin um hvat er best at brúka, í mun til aldurin hjá barninum
  • Onkuntíð kann tað hjálpa, at pápin ella onkur annar vaksin, sum barnið kennir væl, og sum ikki luktar av mjólk, hevur barnið
  • Er gráturin viðvarandi, uttan eyðsýnda orsøk, skal barnið síggjast av lækna fyri at tryggja, at barnið ikki er sjúkt

 

Gevið gætur:

Sum foreldur kann tað vera sera ørkymlandi, tá barnið grætur og er ringt at troysta, serliga tá ein gerst troyttur og strongdur av støðuni.

  • Rist ongantíð barnið! Hetta kann gera, at barnið fær smár heilabløðingar og mest sannlíkt geva barninum viðvarandi heilaskaða.
  • Gerst tú frustrerað/ur og strongd/ur? Kennir tú at tú klárar ikki støðuna, legg so barnið eitt trygt stað, og gev tær tíð at fella til ró. Bið onkran annan hava barnið.
  •  Tað er í lagi at kenna, at ein ikki megnar støðuna. Bið um hjálp!! Tú kanst altíð ringja til Gigni, tín egna heilsufrøðing, læknan ella barnaverndartænastuna.

 

  Amning - en håndbog for sundhedspersonale (3,0 MB)


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300