Matur til barnið

Frá nýføðingi til umleið 6 mánaðir:


Í hesum tíðarskeiðnum verður tilrátt bert at geva bróst og tá er oftast ikki neyðugt við nøkrum tilskoti.

 

Les meira um at geva bróst

 

Frá barnið er 14 dagar gamalt, skal tað hava 5 dropar av D-vitamin dagliga.

 

Um barnið fær tilskot meðan tað fær bróst, skal hetta vera útmjólkað bróstamjólk, móðurmjólkalíki ella kóka vatn, sum verður givið við koppi ella fløsku.

 

Um barnið av onkrari orsøk ikki fær bróst, skal tað hava móðurmjólkalíki av fløsku.

 

Børn yngri enn 6 mánaðir skulu ongantíð hava neytamjólk ella vanliga mjólk.

Neytamjølk ella vanlig mjólk skal ongantíð verða latið í fløskuna.

 

Meira kann lesast frá s. 25 - 36 í bóklinginum Sunde børn frá Danska heilsustýrinum.

 

Tillagingartíðin til vanligan mat:

 

4 til 6 mðr.:

 

Sjálv um tað verður tilmælt bert at geva bróst til barnið er 6 mðr. og síðan at halda áfram til barnið er 1 ár, kann tillagingartíðin, um barnið er klárt til tað, byrja tá barnið er millum 4 og 6 mðr. gamalt.  

 

Nú dugir barnið at brúka varrarnar og tunguna at eta við.

 

Vel eina tíð á degnum tá barnið er væl fyri, fyrstu ferðirnar tú bjóðar barninum annað enn bróst ella fløsku. Gev ikki upp, um maturin kemur út aftur, ella barnið ikki vil eta (vendir sær vekk o.s.fr). Barnið veit ikki hvat tað skal gera við matin, og skal læra, at matur er annað enn mjólk. Henda tillaging kann taka eitt sindur av tíð.

 

Byrja í smáum, og lat barnið fáa meira so líðandi. Tað er týdningarmikið at ansað eftir hvussu barnið hevur tað við at eta. Tvinga ikki barnið men laga teg eftir tí. Nøkur børn eta næstan onki tær fyrstu nógvu ferðirnar, meðan onnur eta eina portión longu fyrstu ferð. Tá barnið hevur vant seg við smakkin og vil eta eitt slag av mati, kanst tú byrja við tí næsta. 

 

At byrja við skal maturin vera bleytur og uttan klumpar. Sum barnið venur seg við at eta, er týdningarmikið, at maturin skjótt gerst grovari í "konsistensi" og meira "klumputur". Tað týdningarmesta er, at maturin er so, at barnið megnar at eta hann. T.v.s. at sum barnið mennist og dugur betri at nýta tunguna og munnvøddarnar, so verður konsistensurin tillagaður. Tá barnið dugur at tyggja matin, kann barnið fáa smáar bitar.

 

Tann fyrsti maturin kann vera greytur sum ikki inniheldur gluten, tað er mais-, rís-, bókhvítu- og hirsugreytur, ella epla- og grønmetismos. Barnið kann fáa alt slag av grønmeti, tó ikki spinat, reyðrót, fennikel og selleri, ið innihalda nógv nitrat. Tá barnið hevur vant seg við hetta kann tað eisini fáa mosaða ella fíndeilda frukt. Barnið kann fáa alt slag av frukt, fríska ella kókaða. 

 

Koyr altíð eina teskeið av feitti í "heimagjørt" mos ella greyt. Tó ikki um tú bert hevur nýtt móðurmjólk ella móðurmjólkalíki at gera matin við.

 

Lættar uppskriftir finnast í bókini Mad til små frá Danska Heilsustýrinum. Har ber eisini til at lesa meira um innihald av gluten og nitrat í matinum.

 

Onki salt ella sukur eigur at verða latið í matin. Tó er ikki neyðugt at kóka t.d. epli ella grønmeti fyri seg, so leingi sum vatnið tað verður kóka í, bert er lætt saltað.

 

Tá barnið byrjar at eta við skei, skal barnið eisini byrja at drekka av koppi. Barnið kann fáa vatn úr kalda krananum, grønmetissoð, móðurmjólk ella móðurmjólkalíki við koppi. Legg til merkis, at tann mesti maturin hjá barninum enn er mjólk, sum barnið fær við brósti ella í fløsku. Koppurin er bara fyri at læra barnið, hvussu ein drekkur av koppi.

 

6 til 9 mðr.:

 

Um barnið ikki er byrja at eta við skei áðrenn, so er týdningarmikið at byrja nú. Byrja sum omanfyri, og so skjótt sum barnið hevur vant seg við tann fyrsta matin, fert tú til mat frá 6. mðr.

 

Barnið kann nú fáa:

  • Fleiri sløg av greyti, tó stigvíst greyt ið inniheldur gluten. Gluten finst í hveiti, rug, byg og havra. Tó mest í hveiti. Gott er at byrja við t.d. havragreyti og breyðsúpan, sum ikki inniheldur so nógv gluten.
  • Alt slag av frukt, fríska ella kókaða.
  • Alt slag av grønmeti, tó bert smáar mongdir av spinat, reyðrót, fennikel og selleri, sum innihalda nitrat. Hesi grønmeti skulu í mesta lagi vera 1/10 part av matmongdini hjá lítla barninum. Grønmeti kann bæði kókast ella verða ókókað. Bert tað er so, at barnið er ført fyri at eta tað. T.d. ikki bitar fyrr enn barnið dugur at tyggja matin.
  • Alt slag av kjøt og fisk, eins og hartkóka egg. Byrja við einari skei saman við grønmeti og skift millum tey ymisku sløgini.
  • Alt slag av frukt. Fríska ella kókaða.
  • Tá barnið dugur at tyggja matin, kann tað fáa alt slag av rugbreyði, tó uttan heilar kjarnur. Somuleiðis rís og pasta.

Ein stórur partur av matinum hjá barninum er enn móðurmjólk ella móðurmjólkalíki, sum barnið fær við brósti ella fløsku. Tó kann barnið fáa smár smakkir av fullfeitari neytamjólk við koppi, frá tí at tað er 6. mðr. Somuleiðis kann barnið fáa smáar mongdir av súrmjólkasløgum, so sum súrgaða mjólk og reint jogurt uttan frukt. Børn yngri enn 1 ár skulu ikki hava ymer ella kvark, t.d. kvark við fruktsmakki.

 

Gott er at geva barninum vatn úr kalda krananum við koppi, eisini millum máltíðirnar, tá barnið er tyst. Um barnið fær saft ella juice, skal hetta bert vera í heilt smáum nøgdum. Koyr ongantíð saft, juice ella annað søtt í fløskuna.

 

Fær barnið bróst skal tað hava jarndropar, svarandi til 8,8 mg. (8 dropar) av jarni, dagliga, frá 6 mðr. til 1 ár. Um barnið fær minst 400 ml. av móðurmjólkalíki um dagin, er ikki neyðugt at geva jarndropar.

 

At eta saman og eta tað sama sum restin av familjuni:

 

Tá barnið er áleið 9. mðr. gamalt, kann tað stórtsæð eta sama mat, sum tit annars eta í familjuni. Maturin hevur enn stóran týdning fyri einum góðum vøkstri og menning, og tí er tað eisini týdningarmikið, at maturin er fjølbroyttur, so tørvurin á vitaminum og føðsluevnum verður nøktaður. 

 

Tað er týdningarmikið at hugsa um, at barnið situr við til borðs, tá restin av familjuni er saman til máltíðirnar. Barnið lærir við at eygleiða foreldur og systkin meðan tey eta og njóta matin. Ein góður "stemningur" við borðið og vælsmakkandi matur fremur hugin til at eta.

 

Barnið er nú so stórt, at tað ynskir at eta sjálvt. Tað er týdningarmikið, at barnið sleppur at trena seg í at eta sjálvt. Jú meira barnið venur set, betri megnar tað. Lat ongantíð barnið sita einsamalt og eta. Ansa eftir at bitarnir ikki eru ov stórir, so barnið kann seta teir í hálsin. Góðtak at matarlysturin hjá barninum ikki altíð er líka góður. Tað er vanligt, at barnið viðhvørt etur meria og viðhvørt minni. Góðtak eisini, at barnið ikki altíð dámar allan mat. Halt fram við at bjóða barninum ymiskan mat, eisini tað barnið ikki vil eta tær fyrstu ferðirnar. Møguliga skal barnið bara hava tíð til at venja seg við tann nýggja matin. Barnið hevur ofta brúk fyri góðari tíð til at eygleiða matin áðrenn tað etur, til tíðir umleið ein hálvan tíma.

 

Til ber at lesa meira um mat til barnið eins og uppskriftir í bókini frá Danska Heilsustýrinum, Mad til små.

 

Tað at fara frá brósti ella fløsku og til at geva barninum við skeið, kann vera ein stór avbjóðing hjá fleiri familjun. Hvat skal eg byrja við at geva  og hvussu nógv skal eg geva…..les meira

 

Tú kennur tað kanska, tú vilt so gjarna geva tínum børnum heilsugóðan mat, men …..les meira



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300