Málmenning

Flestu børn læra at skilja mál og tosa sjálvi, áðrenn tey eru 3 ár. Nøkur tosa meira, onnur minni. Í dag vita vit, at málmenningin hjá einstaka barninum kann vera sera ymisk, og tí kann ein vanlig málmenning hjá einum barni, vísa seg á sera ymiskan hátt.

Nøkur børn uppliva tó trupulleikar við málmenningini. Hetta kann vísa seg við, at tey hava ringt við:

  • at úttala orð
  • at læra nýggj orð
  • at seta orð saman til setningar, ið geva "meining"
  • at greiða frá, um t.d. ting tey síggja, ella upplivingar ið tey hava havt.

Tað er tí týdningarmikið, at foreldur, námsfrøðingar og onnur ið eru um børnini, eygleiða málmenningina hjá øllum børnum og eru við til, at stimbra málmenningina við t.d:

  • at tosa nógv við barnið, eisini tá tað er nýføðingur
  • at seta orð á ymiskt tey ella barnið takast við ella síggja
  • at lesa og syngja fyri barninum
  • at sita undir og nana barninum

Eisini er týdningarmikið at vera varugur við, tá málmenningin ikki gongur sum ætlað og leita sær hjálp til hetta. T.d kann vera gott, at tosa við heilsufrøðingin um tað tit sum foreldur eru varug við, eins og at fáa hjálp til at fáa samband við onnur fakfólk, ið kunna hjálpa og ráðgeva viðvíkjandi málmenningini.

Meira kann lesast um málmenning í faldaranum "Barnets sprog", sum kann fáast hjá Gigni - heilsufrøði til børn & ung ella bíleggjast á www.sundhedsoplysning.dk

 

  Sig mær eina søgu og syng so fyri mær (1,2 MB)
er ein føroyskur faldari um málmenning hjá børnum og stimbran
 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300