Systkin

Systkinaøvund - tá ið nýføðingur kemur í húsið

Hvat er systkinaøvund?
Systkinaøvund er, um eitt eldri barn ber seg óheppið at móti yngri beiggja ella systur. Barnið sær, at tað lítla fær ans og samband, og heldur seg sjálvt fáa ov lítið av hesum.

Hví tekur systkinaøvund seg upp?
Eldra barnið kann uppliva tað sum at missa tætta sambandið við foreldrini, tá ið ein nýføðingur kemur í húsið. Tað er ein stór broyting í gerandisdegnum hjá einum menniskja at fáa systkin. Ein broyting sum tekur tíð at venja seg við hjá barninum.

Hvussu kanst tú fyrireika teg til nýggju støðuna við einurm barni aftrat?

  • Tú kanst tosa við eldra barnið, og, tá ið støðan er til tað, um hvat ið tað hevur við sær at fáa ein nýføðing í húsið. Tað verða bæði góðar og minni góðar upplivingar fyri eldra barnið.
  • Tú kanst lata eldra barnið taka lut í fyrireikingunum til nýføðingin í tann mun, tað kann vera við.
  • Tú kanst royna ikki at gera tær stóru broytingarnar í gerandisdegnum hjá eldra barninum undan føðingini.
  • Tú kanst hugsa um, hvørt tú hevur hjálp fyri neyðini, tá ið tú kemur heim av sjúkrahúsinum. Tað kann vera gott at vera tvey vaksin, so eldra barnið ella eldru børnini hava onkran at fara til.
  • Tú kanst ikki taka sum givið, at eldra barninum dámar nýføðingin í fyrstani.

Nær er barn títt øvundsjúkt?

  • Um barn títt fer aftur í menningini, t.d. fer at pissa í buks.
  • Um barn títt vendir tær bakið, tá ið tú kemur heim av sjúkrahúsinum.
  • Um eldra barnið klípir ella ætlar at sláa nýføðingin.
  • Tá ið eldra barnið krevur tín ans, júst tá ið tú ert upptikin av nýføðinginum.

- og hvat kanst tú gera við tað?

  • Mamma kann royna at vera so nógv saman við eldra barninum sum gjørligt og lata pápan koma at kenna nýføðingin.
  • Tú kanst royna sum mamma at halda fast við gomlu vanarnar við eldra barninum, so gerandisdagurin verður so lítið broyttur sum gjørligt.
  • Tú kanst lata eldra barnið luttaka í ansingini av nýføðinginum í tann mun, tað vísir áhuga fyri tí.
  • Tú kanst vísa eldra barninum, hvussu nýføðingurin verður upptikin av at hyggja upp á tað. Fyrst við hermingarspølunum, har tað lítla hermir eftir eldra barninum ella tí vaksna við at renna munnin fram ella gálva, seinni við at smílast, flenna og spæla o.s.fr.
  • Sært tú, at eldra barnið øvundar í eini støðu, kanst tú siga hart, hvat tað er, tú sært. Tað lættir um hjá eldra barninum, at orð verða sett á kenslurnar hjá tí. Barnið má tó sleppa at vera ótt, kett o.s.fr., tá ið tað kennir tað, sum um eingin varnast tað.
  • Eldra barnið er ikki vorðið størri av at hava fingið yngri systkin. Halt tí á við at kalla eldra barnið við navni heldur enn tað "stóra".
  • Er tað lítla sera krevjandi og ein trupulleiki fyri øll, kanst tú siga tað hart við eldra barnið, so at tit eru saman um ta kensluna.
  • Um størra barnið fer aftur í menning síni ella vendir tær bakið, mást tú góðtaka tað eina tíð og geva barninum rúm til at gerast eldra barnið. Ta tíðina, barnið vendir tær bakið, má tað hava eitt annað vaksið at fara til.
  • Tú kanst geva tær far um, at tað er ein trupul tíð fyri eldra barnið, men seinni kann tað gerast ein gáva fyri lívið at eiga systkin.

Um barnið t.d. sigur:  

  • Send hana aftur!

Kanst tú í staðin fyri at siga:

  • Tað meinar tú jú als ikki, tú ert jú so góð/ur við hana.

Orða tað, sum barnið kanska vil:

  • Tú vilt ikki hava hana her. Onkuntíð hevði tú viljað, at hon hvarv.

 Hevur tú hug at lesa meira, kunnu vit viðmæla:

    Her er jeg! Hvem er du? Jesper Juul. Forlaget Apostrof 1998.
    Søskende uden jalousi. Adele Faber og Elaine Mazlish. Forum 1995.
    Vores børn. Penelope Leach. Lindhardt og Ringhof 5. udgave. 1992.
    Far, mor, barn. T. Berry Brazelton. Gyldendal 1995.
    Jalousi - en følelse som både udvikler og hæmmer os. Carsten Stæhr Nielsen. Aschehoug Dansk forlag A/S 1987.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300