At ættleiða

Áðrenn ættleiðing:

Tilgongdin til ættleiðing kann vera ógvuliga ymisk frá familju til familju.

Flestu familjur, sum velja at ættleiða, hava roynt at blivið foreldur á vanligan hátt í eina tíð. Síðan eru tað fleiri sum velja fertilitetsviðgerðir, ið gott kunnu taka langa tíð. Meðan aðrar familjur velja ættleiðing uttan at royna fertilitetsviðgerðir.

Men flestu familjur sum ættleiða, hava havt eitt ynski um at blíva foreldur í fleiri ár. Og hesi ár rúma ofta nógvum brostnum vónum og sorgum, um barnið sum ikki kom.

Tá so talan verður um ættleiðing, kunnu nøkur pør uppliva, at annar parturin er klárur at fara ígongd við hesa tilgongd, eina rúma tíð, áðrenn hin parturin er klárur. Annar parturin kann møguliga hava trupulleikar við at síggja seg sjálvan sum foreldur, at einum barni, sum ikki er biologiskt.

Hesir tankar eru ein partur av tilgongdini. Hjá nøkrum skal meira tíð til at hugsa og sodna hetta at ættleiða eitt barn, enn hjá øðrum. Tá er gott at tosa um, hvørjar hugsanir ein hevur, og møguliga leita sær lesnað og annað um ættleiðing. Ert tú ein av teimum sum hugsar um ættleiðing og hevur tørv á ráðgeving, ella bara at tosa við onkran, er møguligt at seta seg í samband við heilsufrøðingin.

Avgerðin er tikin:

Tá avgerðin um at ættleiða eitt barn er tikin, kann tað vera ein lætti hjá nógvum. Endiliga sær út til, at dreymurin um eitt barn, heilt sikkurt blívur til veruleika.

Tað er Ríkisumboðið í Føroyum sum er góðkenningarmyndugleiki. Og vit í Føroyum ættleiða børn, gjøgnum donsku ættleiðingarstovnarnar AC Børnehjælp og DanAdopt.


Bøkur ið kunnu vera góðar at lesa:

Adoption fra a-z, Kirsten Elley, JPBøger
Adoptivforældre, Birgit Madsen, Forlaget Madsen
Adopteret, Birgit Madsen, Kroghs Forlag

Av heimasíðum kunnu nevnast:

Ættleiðingarfelagið í Føroyum 

Adoption og samfund

AC Børnehjælp

Danadopt



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300