Tænastan frá heilsufrøðinginum til næmingar í 7. til 9. flokk

Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.

Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við næmingin, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka næminginum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum.


Skúlanæmingurin í 7. til 9. flokk

Heilsufrøðingurin miðar eftir, at allir næmingar fáa eina persónliga viðtalu um árið. Har verður millum annað tosað um, hvussu ein hevur tað og hvussu trivnaðurin er, bæði í skúlanum, heima og í frítíðini. Eisini er møguleiki fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving og vegleiðing viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum, sum  eru viðkomandi fyri tannáringar.

Um ein næmingur hevur eitthvøt hann/hon ynskir at tosa um ella spyrja um, er hann/hon altíð vælkomin at venda sær til heilsufrøðingin á skúlanum. Eisini um næmingurin ikki hevur tað gott av eini hvørjari grund, ber til at fara til heilsufrøðingin.

Bólkasamrøður og undirvísing

Afturat teimum regluligu persónligu samrøðunum við næmingarnar, hevur heilsufrøðingurin eisini bólkasamrøður og í summum førum floksundirvísing.

Evni í bólkasamrøðum og í floksundirvísingini kunnu til dømis vera: kropsfatan, kenslur, trivnaður, kynsbúning, kynslív, kynssjúkur, fyribyrging, misnýtsla, royking, alkohol, rúsevni, sjálvskaðandi atferð o.s.fr.

Í 9. flokki, við útskúla kanningina, verður eisini tosa um framtíðarætlanir og annað viðkomandi.

Vanliga tænastan til skúlabørn fer fram í skúlanum. Hetta fevnir eisin um møguleikan hjá foreldrum at koma til viðtalu.

Umframt hesa tænastu kann heilsufrøðingurin eisini gera avtalu við foreldrini um heimavitjan, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Funktiónskanningar

Harafturat verður eisini gjørd:

  • Árlig eygnakanning
  • Hædd og vekt
  • Hoyriroynd í 7. flokki
  • Lítsjónarroynd í 7. flokki

Samstarv við foreldur og skúla

Heilsufrøðingurin setir seg í samband við foreldrini hjá einstaka næminginum, um tað er eitthvørt við næminginum sum órógvar hann.

Áðrenn og aftan á, at heilsufrøðingurin kannar børnini, tosar hann við flokslæraran. Um eitthvørt ger, at foreldur ikki ynskja hetta, mugu tey siga heilsufrøðinginum frá.

Til ber altíð hjá foreldrum, eins og næmingum og lærarum at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tað er eitthvørt tey ynskja at tosa um ella yvast í. Somuleiðis ber til hjá foreldrunum at venda sær til heilsufrøðingin um tey ynskja viðtalu viðvíkjandi einum næmingi.

 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300