Nýggj bók til allar smábarnafamiljur í Føroyum

Nýggj bók

Nýggj bók “Mad til spædbørn og småbørn” við DVD á 6 ymiskum málum, til allar smábarnafamiljur í Føroyum.

Allar smábarnafamiljur í Føroyum fáa nú møguleika at tilogna sær nýggjastu bókina frá Heilsustýrinum “Mad til spædbørn og småbørn - fra skemad og til familiemad”.
Bókin er grundað á nýggjastu tilráðingarnar frá Heilsustyrinum og frá Fødevarestyrelsen.
Við bókini fylgir ein DVD, sum er á 6 ymiskum málum. Hesi eru danskt, enskt, tyrkisk, arabisk, somali og urdu. Tað eru nógv útlendsk foreldur í Føroyum, sum við hesum hava fingið eina bók, umframt eina DVD, sum kann verða teimum til vegleiðing og geva góð ráð í samband við mat til barnið, umframt ta týdningarmilku sosialu samveruna, máltíðin er partur av 
Bókin og DVD er ætlað pinku- og smábarnaforeldrum, umframt dagrøkt og starvsfólkum á stovnum v.m.
Hetta er ein litføgur bók við nógvum myndum, sum væntandi gevur foreldrum og øðrum svar uppá spurningar í samband við nýggjastu ásettu tilráðingarnar um mat til pinkubørn og til smábørn. Bókin hevur nógvar góðar uppskriftir, bæði til lítla barnið og eisini til einklan og góðan mat, sum litla barnið kann eta saman við familjuni.
Bókin fæst frá Gigni og heilsufrøðinginum, sum kemur á heimavitjan.

Kostnaðurin fyri bókina er 50 kr


Keldur:
www.sst.dk
www.altomkost.dk




 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300