Tannáringur ella ungur

Ert tú tannáringur ella ungur, so er hendan síðan til tín. Her ber til at lesa um, hvat heilsufrøðingurin hevur at bjóða tær, og hvat tú kann brúka heilsufrøðingin til. Umframt hetta, verður eisini tekstur, tilfar og slóðir ið hava við tín aldursbólk at gera. 

Heimasíðan hevur eisini eina slóð sum eitur "spyr heilsufrøðingin" og hon er eisini ætla tær, soleiðis at tú kann senda spurningar til heilsufrøðingarnar, sum tær svara skjótast møguligt. Skriva eina teldupostadressu, so senda vit svarið til tín.

Hevur tú okkurt sum tú ert keddur um, ella okkurt sum tú ynskir hjálp til, ella hevur tú bara tørv á at tosa við onkran, ert tú vælkomin at seta teg í samband við heilsufrøðingin sum hoyrir til tín skúla. Undir teiginum starvsfólk ber til at síggja hvør heilsufrøðingur er til tín skúla og har finnur tú eisini teldupostadressur og tlf. hjá teimum ymisku heilsufrøðingunum. Um tú yvast, spyr so lærararnar ella fá onkran vaksnan at hjálpa tær, tí heilsufrøðingurin er eisini til tín.



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300