Børn, ung og familjur við serligum tørvi

Børn, ung og familjur við serligum tørvi, hava ein lógartryggjaðan rætt, til eina víðkaða tænastu frá heilsufrøðinginum.

Viðurskiftir ið gera, at ein familja, barn ella ungdómur hevur serligan tørv, er ein faklig heildarmeting, gjørd av heilsufrøðinginum, viðvíkjandi sálarligum, sosialum og likamligum viðurskiftum hjá tí einstaka, umframt umsorganarligum viðurskiftum og umstøðum annars. 

Børn og ung við serligum tørvi kunnu t.d. vera:

  • Børn og ung við væntandi tilknyti
  • Børn og ung við lágum sjálvsvirði
  • Ættleidd børn og ung 
  • Børn og ung ið hava trupulleikar við at trívast í sosialum høpi
  • Børn og ung við sjálvskaðandi atferð
  • Børn og ung við psykososialum trupulleikum og psykosomatiskum reaktiónum
  • Børn og ung við atferðartrupulleikum
  • Børn og ung, ið eru fyri likamligum ella sálarligum ágangi og/ella siðamisbroti
  • Børn og ung, ið bera eitthvørt brek/sjúku, varandi ella eitt tíðarskeið
  • Børn og ung við trupulleikum viðvíkjandi sansabúning og rørslumenning
  • Børn og ung rakt av hjúnarskilnaði
  • Børn og ung har foreldrini eru sálarsjúk
  • Børn og ung, hvørs foreldur hava ovurnýtslu/misnýtslu av rúsdrekka, heilivági og/ella rúsandi evnum
  • Børn og ung hvørs umhvørvið er merkt av misnýtslu og/ella brotsligum atburði
  • Børn og ung í heimum, har trivnaður og umstøður eru ávirkaði av t.d. kreppu, sjúku, andláti, arbeiðsloysi og/ella fíggjartrupulleikum


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300