Solarium - Tekur tú sól?

 

Tað kann tykjast sera freistandi at fara at taka sól í solarium, fyri at fáa eitt sindur av farvu. Ert tú ein av teimum sum hevur hug at fara í solarium, so líkist tú nógvum øðrum ungum í Føroyum. Hóast hetta, so lat vera við at taka sól!

 

Bert við at taka sól eina ferð um mánaðin, økir tú um vandan fyri móðurmerkjakrabbamein. Um tú tekur sól, og harvið útsetir teg sjálvan fyri teimum kunstigu ultraviolettu strálunum í einum solarium, so økir tú vandan fyri móðurmerkjakrabbameini við umleið 55%.

 

Hvat kann eg so gera?

 

Um tú allíkavæl ynskir at síggja eitt sindur sólbrend/ur út, nýt so heldur sjálvbrúnara enn solarium. Í dag finnast nógv sløg av sjálvbrúnara, og við eitt sindur av venjing, ber væl til at smyrja seg uttan at fáa strípur o.l. Hugsa tó um, at sjálvbrúnari, eins og onnur kremir, ofta inniheldur evnir s.s. lugtevni, parabenir og líknandi, ið eisini kunna elva til ovurviðkvæmi. Tað er tí týdningarmikið at hugsa seg um hvønn sjálvbrúnara ein keypir. 

 

Góð ráð:

  • Tá tú keypir sjálvbrúnara, spyr so starvsfólkið hvat er gott og lættast at brúka.
  • Spyr eisini hvørji evni eru í, um hann er "umhvørvismerktur" ella "allergimerktur" á nakran hátt.
  • Keyp ikki ov myrka farvu, um tú ikki ert sólbrend/ur áðrenn. Smyr heldur eitt sindur oftari við sjálvbrúnara.
  • Fyrireika húðina, við at vaska húðina við onkrum sum "skrubbar". Hetta hjálpir soleiðis at farvan gerst meira jøvn.
  • Um tú ofta gerst serliga myrk/ur um albogar og knø - smyr so eitt sindur av kropskremi á fyrst.
  • Smyr á um kvøldið, so er farvan turr um morgunin og smittar ikki av á klæðini. Minst til ikki at nýta ljós songjarklæðir.
  • Minst til at vaska hendurnar aftaná at tú hevur smurt teg inn.
  • Prøva teg fram, "øvelse gør mester".

Tú kanst lesa meira um solarium og krabbamein á:

 

Krabbameinsfelagið - Solarium

 

og um brúk av sjálvbrúnara á:

 

Miljøstyrelsen

 

 



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300