Børn og ferðslutrygd

Øll børn eiga, eins og vaksin, at vera bundin føst í bilinum tá koyrt verður.

Tað er týdningarmikið, at stólurin, pútan og trygdarselin verða nýtt á rættan hátt, eins og at hátturin barnið er bundið fast á, er tann rætti í mun til aldurin og støddina á barninum.

Nógvir ymiskir stólar og pútur eru á marknaðinum, og ofta kann vera ringt sum foreldur at finna útav, hvat er tað besta til júst mítt barn. Um tit yvast, eru tit altíð vælkomin at ráðføra tykkum við heilsufrøðingin hesum viðvíkjandi.

Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd ber til at lesa meira um hetta evnið, eins og tað eisini ber til at síggja eitt videoklipp um børn í bilinum.

 

  Børn í bilinum (1.000,6 KB)
er ein føroyskur faldari, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt. Her ber til at fáa ráð og vegleiðing um, hvussu tú/tit best tryggja tykkara barn í bilinum.


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300