Eitt loyndarmál, tú ikki skalt goyma!


Eitt loyndarmal








Hvat er kynsligur ágangur?

Kynsligur ágangur merkir, at ein vaksin ella onkur sum er nøkur ár eldri, brúkar eitt barn ella ungan til, at nøkta sínar egnu kynsligu lystir og tørv.

Kynsligur harðskapur, misnýtsla ella insest eru bara onnur heiti, sum merkja tað sama sum kynsligur ágangur.

Tann vaksni ger nakað seksuelt saman við, ella við barnið ella tann unga, sum ikki er náttúrligt fyri eitt barn og, sum barnið ikki sjálvt hevur funnið uppá. Hon ella hann er vorðin lokkað/lumpað, noydd til ella trúað.

Hetta er harðskapur móti børnum og er ikki loyvt.

Tín kroppur er tín, og tú hevur altíð, altíð, altíð rætt til, at ráða yvir tínum kroppi!

Kynsligur ágangur kann verða framdur á ymskan hátt:

Tað er kynsligur ágangur um tú verður lokkað/-ur ella trúað/-ur til :

  • at hava samlegu við tann vaksna, ella ein sum er eldri enn tú
  • at skula luttaka í øðrum sløgum av seksuellum gerðum, sum t.d. at sutta penis hjá tí vaksna
  • at røra við hansara ella hennara kynsgøgn; t.d. hansara penis ella hennara vagina
  • at tann vaksni rørir við tíni kynsgøgn
  • at skula hyggja ímeðan tann vaksni blottar seg ella onanerar
  • at verða tvungin til, at hyggja eftir pornofilmi ella hoyra, at vaksin tosa við onkran ella tosa um onkran við fúlum orðum
  • at onkur lúrir eftir tær, meðan tú ert í bað

Tað er ongantíð tín skyld!

Kynsligur harðskapur kann henda einaferð ella nakrar fáar ferðir, men hann kann eisini henda aftur og aftur í fleiri ár. Børn og ung, sum eru útsett fyri kynsligum ágangi kunna føla, at tað uppá onkran máta er teirra egna skyld.


Tað er ymiskt hvussu ein reagerar:

Gentur, sum verða kynsliga misnýttar, halda ofta, at okkurt er galið við teimum, teirra útsjónd ella teirra atburði. Tær hugsa at: “hetta hendir, tí eg geri okkurt skeivt”.

Dreingir, sum verða kynsliga misnýttir, føla ofta skomm og hava verri við at viðganga fyri sær sjálvum (og øðrum), at teir eru tvungnir til nakað kynsligt. Teir siga tí ofta, at teir sjálvbodnir hava verið við til tað sum er farið fram.

Kynslig misnýtsla kann gera/viðføra, at ein ikki dámar seg sjálvan ella sín kropp.

Nøkur børn og ung læsa seg inn í seg sjálvan. Tey tora ikki at tosa í trúnaði við nakran, tí tey eru bangin fyri at koma til at siga, hvat er hent millum tey og t.d. pápa teirra, fosturpápan, abban ella hvør tað nú er, sum misnýtir tey.

Onnur gerast verri fyri í skúlanum. Sjálvt um tey hava gjørt sítt heimaarbeiði, so minnast tey ikki, hvat tey hava lisið. Tey klára heldur ikki at hugsavna seg um tað, sum lærarin sigur. Hetta er eitt slag av strongd. Um lærarin ikki skilur, at okkur er rívandi galið, kann henda, at hetta, omaná alt hitt, viðførir trupulleikar við skúlan.

Nøkur gerast sjúk og fáa sera ilt í høvdið og/ella búkin.

Uppaftur onnur byrja at straffa seg sjálvan. Tey lata vera við at eta, ella oveta seg. Onkur byrjar eisini at roykja, drekka rúsdrekka ella brúka rúsevni.

Onkur royna at skera seg sjálvan ella at gera sjálvmorð.

Hjá nøkrum eydnast at “gloyma”, hvat tey hava verið útsett fyri. Ikki fyrr enn tey eru vorðin vaksin, byrja tey at fáa sálarligar trupulleikar av tí, sum er hent teimum, meðan tey vóru børn ella ung.


Kynsligur ágangur hendir ikki bara fyri teg!

Tað eru fleiri sum brúka orði insest fyri kynsligan ágang, harðskap ella misnýtslu av børnum og ungum. Fyri myndugleikarnar merkir orði insest sum oftast samlega, ella annar kynsligur ágangur, sum fer fram millum foreldur og barn, ommu/abba og ommu-/abbabarn, systkin, ella fosturforeldur og fosturbørn.

Kynsligur ágangur kann koma fyri í øllum sløgum av familjum. Ríkum og fátøkum, í býum ella á bygd. Ongin veit akkurát hvussu vanligur kynsligur ágangur er, men tú ert í øllum førum ikki tann einasta/einasti, sum kennir til tað.

Umframt at kynsligur ágangur kann verða framdur av familjulimum, so kunnu tað eisini vera onnur, sum misnýta børn. Hesi kunna t.d. vera gumma/gubbi, systkinabørn, aðrir familjuvinir, grannar, lærari, skótaleiðari, ítróttarleiðari, barna- og ungdómsleiðarir,  og onnur, eisini fremmand, sum tú ikki kennir frammanundan.

Kynsligur ágangur gongur altíð fyri seg í loyndum. Tað er altíð eitt loyndarmál og tað er ONGANTÍÐ tín skyld! Heldur ikki, um tú lætst teg lumpað við pengum, slikk ella øðrum. Heldur ikki um tú helt at tað ikki var so galið allíkavæl, meðan tað fór fram, ella tú kanska helt, at tað faktiskt føldist nokk so gott.

Tað er altíð tann vaksni, sum hevur ábyrgdina av kynsligari misnýtslu!


Eitt loyndarmál, sum tú ikki skalt goyma!

Fleiri børn og ung, sum hava verið útsett fyri kynsligum ágangi, goma tað sum eitt loyndarmál.

Um tú heldur tað loyndarfult er tað kanska tí at:

  • tú heldur at ongin fer at trúgva tær
  • tú ert bangin fyri, hvat fer at henda tínari familju, um tú sigur frá
  • tú heldur, at tú hevur gjørt okkurt galið
  • tú veist, at tann vaksni hevur gjørt okkurt galið
  • tú ert góður við tann, sum hevur misnýtt teg

Tað kunna vera nógvar aðrar orsøkir til, at tú ikki hevur fortalt fyri nøkrum, at tú ert vorðin, ella verður kynsliga misnýtt/-ur. Hetta er eisini eitt sera ringt loyndarmál at siga frá, men tað er sera týdningarmikið, at tú gert tað.

Fyri tað fyrsta fyri at steðga kynsliga áganginum, um hann fer fram nú.

Í øðrum lagi fyri at hjálpa tær sjávari/sjálvum og fáa hjálp til tað pínuna, einsemi og frustratiónina, sum tú følir.

Fyri tað triðja fyri at tú kanst fáa eitt lív uttan kynsligan ágang.


Sig tað við onkran!

Fyrstu ferð tú sigur tað við onkran, sigur tú tað kanska fyri einum vini ella vinkonu. Tað er gott, tí tað lættir um byrðina, sum tú bert. – Men, tað er sera týdningarmikið, at tú eisini sigur tað við onkran vaksnan, sum kann hjálpa tær víðari.

Um tú ikki følir, at tú kanst tosa við onkran vaksnan í tínari familju, mást tú royna, at finna onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á. Hetta kann t.d. verða heilsufrøðingurin, lærarin, ella onkur annar. Tað týdningarmesta er, at hetta er onkur, sum tú hevur álit á og sum, kann hjálpa tær víðari.

Fortel róliga og friðarliga tað sum tú hevur uppliva. Eisini, sjálvt um tú heldur, at tað er sera ringt at tosa um. Tað ER ringt at tosa um, men tú skalt halda áfram við at siga við teg sjálvan, at tað IKKI er tín skyld. Tú hevur rætt til at avgera hvat hendir við tínum kroppi.

Um tann fyrsti tú sigur við, at tú hevur verið ella er fyri kynsligum ágangi, ikki trýr tær, ella ikki skilur hvat tú sigur, so mást tú ikki missa mótið. Sig tað við onkran annan. Tað finst onkur vaksin, sum vil hjálpa tær.

Kanska er tað ein av tínum vinkonum ella vinum, sum verða kynsliga misnýtt av onkrum vaksnum, ella onkrum sum er eldri enn tey. Um hann ella hon siga hetta við teg og siga, at tú ikki mást siga tað fyri nøkrum, mást tú yvirtala vinin ella vinkonuna, at tit mugu fortelja tað fyri onkrum allíkavæl. Hetta er einasti máti at steðga kynsliga áganginum.


Hvat hendir um eg sigi tað við onkran?

Um tann, sum fremur/hevur framt kynsligan ágangin er í tínari egnu familju, er tú sjálvandi bangin fyri, hvat fer at henda við tínari familju, tá tú sigur frá misnýtsluni. Hetta kann eisini verða orsøkin til, at tú ikki torir at siga tað – Men, fyri framtíðina, er tað best fyri teg og tína familju, at tit fáa tosa um kynsliga ágangin, soleiðis at hann kann verða steðgaður.

Tann sum tú sigur tað við, sum t.d. kann vera heilsufrøðingurin, lærarin, grannin ella onkur annar, vil vanliga venda sær til Barnaverndartænastuna, sum er har sum tú býrt. Síðani fara tey at tosa við teg og hjálpa tær víðari. 

Tá málið verður melda til løgregluna, er tað løgreglan sum avger, um málið verður til eina rættarsak.

Tá tú skalt tosa við Barnaverndartænastuna ella løgreguna, hevur tú rætt til at hava onkran við tær, sum tú kennir teg tryggan við og hevur álit á. Hetta kann verða sami persónur, sum tú segði tað við fyrstu ferð, sum t.d. heilsufrøðingurin, lærarin o.s.fr.

Barnaverndartænastan skal síðan kannað, hvussu tey best kunna hjálpa tær. Kanska venda tey sær eisini til løgregluna.

Tað týdningarmesta av øllum er, at tú megnar at siga frá við onkran, sum kann hjálpa tær, - og tú skalt vita, at myndugleikarnir hava skyldu til at hjálpa tær! 

Útskriva skjalið Send skjalið
 


 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300