Harðskapur móti børnum – tað er tín ábyrgd!
At harðskapur móti børnum fer fram, er neyvan nakar í iva um. Hóast stóru avleiðingarnar harðskapur hevur fyri einstaka barnið, eru tað tíverri fleiri børn og/ella ung, sum javnan, og summi kanska dagliga, uppliva harðskap. Antin móti sær sjálvum, ella við at vera vitnið til harðskap í familjuni. Harðskapur mótvegis børnum, er ikki loyvt í Føroyum.

Hóast hetta fer harðskapur fram.

Heilsufrøðingarnir í Gigni eru í dagliga arbeiðnum við til at avdúka, men eisini at fyribyrgja harðskap. Hetta er bæði við upplýsing, men serliga í dagliga samskiftinum og heimavitjanunum í smábarnafamiljunum, umframt í dagliga samskiftinum við børn og ung í skúlunum. Ert tú úti fyri harðskapi, ella tørvar tær ráð og vegleiðing, ella onkran at tosa við, ert tú vælkomin at venda tær til Gigni.

At tora at síggja harðskap og verða við til at steðga áganginum er tín ábyrgd!

At síggja harðskapin er ikki nøkur løtt uppgáva, tí uppgávan er at síggja tað,  ið ikki verður sagt við orðum.

ANNA DAVID -- KUN HJERTET SLÅR:

Tunge skridt i entreen 
Dårlig dag
Ingen ord
Siger alt
Når du kommer hjem
Ved jeg det er bedst hvis jeg går lidt for mig selv
Du har nok at tænke på
Men hvor skal jeg gå hen?

Hvis nogen spørger
Går det godt
Smiler jeg
Ingen ved det jeg ved gør ondt

Det den sværeste start man kan få
Når man svigtes af dem man bør stole på
Et ar som ingen fortjener at få
Det kun hjertet der må slå
Det kun hjertet der må slå

Jeg kan se alting ske foran mig
Føles som en dårlig drøm
Der blir ved og ved
Mor og far
Råb og skrig
Gemmer mig
Alt vendt rundt på et sekund
Det min virkelighed

Hjem/kære/hjem
Hvor det henne?
Jeg vil ikke ende ligesom dig
Ligeså fej
Ligesom dig

Det den sværeste start man kan få
Når man svigtes af dem man bør stole på
Et ar som ingen fortjener at få
Det kun hjertet der må slå
Det kun hjertet der må slå

(Orð og lag: Anna David, Casper Lindstad og Mads Haugaard.)


Sum heilsufrøðingar hava vit fráboðanarskyldu, um vit eru vitandi um, ella hava grund til at halda, at eitt barn er fyri harðskapi, tað veri seg likamligur, sálarligur, kynsligur ella materiellur harðskapur. Í summum førum kann talan vera um fleiri sløg av harðskapi mótvegis sama barni.

Sum borgari hevur tú eisini persónliga fráboðanarskyldu, verður tú varug/-ur við, ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn veksur upp undir viðuskiftum, ið kunna skaða tess heilsu og menning. Hetta sambært galdandi Barnaverndarlóg. Tískil eigur tú, antin tú ert fakfólk ella leikfólk, at fráboða Løgregluni og Barnaverndartænastuni frá, um tú verður varug/-ur við, ella hevur grund til at halda, at eitt barn er fyri harðskapi. 

At vera fyri harðskapi, antin tað er likamligur, sálarligur og/ella kynsligur harðskapur, hevur stór árin á likamligu, sálarligu og sosialu heilsuna.

Likamligur harðskapur kann føra til:

  • Aggressiva atferð
  • Trupulleikar við at handfara ósemjustøður
  • Tekin til posttraumatiska strongd
  • Angismerkta atferð
  • Seinkaða sosiala, kognitiva og kensluliga menning
  • Trupulleikar við at hugsavna seg og við innlæring
  • Sjálvskaðandi atferð
  • Ógleði og tunglyndið
  • Minni likamligar skaðar, blá merkir, riftir o.s.fr.
  • Størri likamligar skaðar, sum t.d. forstuvningar, brot á beinagrind, t.d. armbrot, heilaskaða og í ringasta føri deyða
  • Lágt sjálvsvirði, lága sjálvskenslu, sjálvmorðstankar og -atferð
  • Trupulleikar í vaksnamannalívinum, t.d. við sosialum samspæli, í parlagi og sum foreldur, eins og í arbeiðshøpi

Sálarligur harðskapur kann føra til:

  • Innanhokni og angist
  • Ógleði og/ella tunglyndið
  • Aggressiva atferð
  • Seinkaða ella tarnaða menning
  • Trupulleikar við innlæring
  • Trupulleikar við at hugsavna seg
  • Sosiala isolatión - einsemi
  • Lágt sjálvsvirði - lága sjálvskenslu
  • Manglandi sjálvsálit - hjálparloysið
  • Trupulleikar við at megna nýggjar avbjóðingar
  • Sjálvskaðandi atferð, sjálvmorðstankar og -atferð
  • Etingarólag, bæði yvir- ella undirvekt
  • Trupulleikar í vaksnamannalívinum, t.d. við sosialum samspæli, í parlagi og sum foreldur, eins og í arbeiðshøpi

 Hetta eru stór árin, sum hava stóran týdning fyri likamligu, sálarligu og sosialu heilsuna hjá barninum og/ella tí unga, ikki bara beint nú, men eisini langt framyvir. Tískil er sera týdningarmikið, at fyribyrgja og steðga harðskapi, so týðliga og skjótt sum møguligt.

Ingvør Justinussen, Gigni 

Kelda: Vores ansvar

Les meira um tekin og signalir til likamligan og/ella sálarligan harðskap

Les meira um tekin og signalir til kynsligan harðskap

 



 
   
Børn

Børn

 

Les meira
Ung

Ung

 

Les meira
Foreldur

Foreldur

 

Les meira
 
 
         
      GIGNI - heilsufrøði til børn & ung • Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn • Tlf. 562300