Hvat er holbæk Føroyar?

Holbæk-Føroyar er ein heldur øðrvísi háttur at hugsa um yvirvekt, enn vit eru von við. Hátturin er bygdur á vælgrundaða gransking og hevur víst seg at geva betur úrslit enn aðrir hættir. Trivnaðurin hjá barninum er í miðdeplinum.

 

Viðgerðin er bygd á hesar tríggjar hornasteinarnar:

1.     Høg yvirvekt verður raðfest og viðgjørd sum ein varandi sjúka.

2.     Viðgerðin tekur støði í, at kroppurin aktivt strembar eftir at varðveita og verja feittmongdina. Hetta hevur avleiðingar við sær, í mun til hvussu vit arbeiða við høgari yvirvekt, hvussu viðgerðin er, og hvussu vit handafara møgulig afturstig. Holbæk arbeiðshátturin leggur dent á, at tað ikki kann setast so einfalt upp, at ein bert skal eta minni og flyta seg meira, og so minkar vektin. Fleiri onnur viðurskifti skulu takast við, av tí at kroppurin kann gera tað soleiðis, at hann nýtir minni orku uppá at vaksa, at halda seg heitan, immunverjan verður niðursett, evnini at nørast verða verri og annað. Hetta verður alt gjørt, fyri at feittmongdin í kroppinum verður varðveitt.

3.    Týðiligt samskifti, soleiðis at øll skilja, hvussu torført tað er fyri einstaklingin at sleppa av við høga yvirvekt. Barnið og familjan skulu kenna seg hoyrd og skilja veruleikan og álvarsemi, soleiðis at tey eru før fyri at taka neyðugu avgerðirnar fyri teirra lív.

   

     Les um klinikk fyri børn og ung við yvirvekt her

 

     Les meira:

Opnå varigt vægttab med Holbæk-modellen

Din krop gør alt for at bekæmpe vægttab