Barnið 0-3 mánaðir

Barnið 0-3 mánaðir

Ongantíð á ævini mennir nakar seg so skjótt sum barnið frá nýføðingi og eitt ár fram. Tit eru teir heilt ómetaligu stuðlarnir hjá barninum í hesi menning. Gleðið tykkum at uppliva tað fyrsta árið saman við barninum!

Tað fyrsta árið veksur barnið umleið 25 cm. Flestu børn viga um 10 kg, tá ið tey fylla eitt ár.

Menning

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar fer ein ógvuliga stór menning fram í barnsins tilvitsku og likamligu menning. Barnið vísir tíðliga sína persónligheit, samstundis sum tað dugir betur og betur at siga, hvat tí tørvast frá tykkum, fyri at vera nøgt. Eftir nøkrum vikum kann tað so við og við kenna aftur fastar vanar og geva sær meira og meira far um umhvørvið.

Rørslur

Barnið kann t.d. liggja á búkinum, eru tit í nánd. Eitt fast undirlag er tað besta spælistaðið hjá tí, t.d. á einum teppi á gólvinum ella skiftiborðinum.

Í fyrstuni hevur barnið knýttar hendur, men so við og við lata tær seg upp, og tað kann taka fast um ein fingur, sum strýkur eftir lógvanum.

Tá ið barnið er 2-3 mánaðir, er tað vorðið nógv sterkari og dugir so við og við betur at bera høvdið.

Barnið hevur tørv á at fáa ríkiligt av tøttum sambandi og hjáveru. Nýta tit berireim ella sleingju, kunnu tit bera barnið og samstundis hava leysar hendur til annað yrki.

Svøvnur

Nýføðingurin svevur meginpartin av tíðini, upp til 18 tímar um samdøgrið. Summi børn vakna, tá ið tey eru svong, onnur skulu kanska vekjast fyri at náa at súgva átta ferðir um samdøgrið, sum kann vera neyðugt fyri at varðveita bróstagevingina. Tá ið barnið er farið at tyngjast, er ikki neyðugt at vekja tað um náttina. Flestu børn vakna sjálv, tá ið magin er tómur. Tá ið barnið er um tveir mánaðir, fer tað at gera mun á degi og nátt – og sova mest um náttina.

TILRÁÐING

Latið barnið liggja so nógv sum gjørligt á búkinum, tá ið tað er vakið.

Tað styrkir nakka- og ryggvøddarnar á barninum

Eftiransni

Eftir stuttari tíð lærir barnið at "fokusera" og hava stutt eygnasamband – men fyrst tá ið tað er 1-2 mánaðir, kann tað fylgja tykkum, tá ið tit røra tykkum. Barnið kann hoyra heilt frá føðingini og aktar upp á ljóð, men vendir ikki eygunum eftir tí, fyrr enn nakrar vikur eru farnar.

Kanska fara tit at síggja, at fábroytt og rólig ljóð kunnu virka sissandi, t.d. ljóðið frá dustsúgvara ella hárturkara.

Eftir nøkrum fáum vikum kann barnið festa eyguni á okkurt, meðan tað sýgur. Tað hevur týdning, at tit eru við upp á royndinar hjá barninum at fáa samband og hyggja at, smíla til og tosa við tað.

Tað hevur tørv á tí tætta sambandinum við tykkum fyri at menna seg normalt kensluliga og sosialt. Tá ið tit uppfylla barnsins tørv og geva tí fult eftiransni, fær tað trygt tilknýti til tykkara. Hetta er grundarlagið undir álitinum til onnur og støðið, har tað seinni skal roynast væl.

Barnið fer smátt um smátt at kenna aftur fastar venjur sum t.d. føði og bað. Tað smílir og gevur bullandi ljóð frá sær og rørir armarnar, tá ið tað sær onkra spennandi leiku ella kend andlit.

Hitt fyrsta brosið

Tað er so ymiskt, nær tað fyrsta vitvísa smílið kemur. Tað veldst, um barnið t.d. er føtt ov tíðliga, ella hvussu tað hevur gingið fyrstu tíðina eftir føðingina.

Flestu børn brosa vitvíst, tá ið tey eru um 5-6 vikur, nøkur fyrr onnur seinni, men tit ivast ikki, tá tað hendir. Brosið á barninum er við til at styrkja bondini tykkara millum enn meira, og er ein tann fyrsta fráboðanin um, at barnið kennir tykkum aftur og speglar sær í tykkara andlitum, tá ið tit smíla móti tí.

Grátur

Tað er so ymiskt, hvussu nógv ein nýføðingur grætur. Tit fara við tíðini at hoyra mun á, tá ið barnið grætur, um tað er av svongd ella onkrari aðrari orsøk.

Barnið er eisini viðbrekið fyri larmi, bjørtum ljósi og sterkum anga og kann fara at gráta, fær tað kløkk ella skelk av slíkum slag.

Gráturin er komin í hæddina eftir tveimum teim fyrstu mánaðunum og minkar síðani, helst tí at sansirnir eru búnaðir, og at tað er lættari hjá tykkum at tulka og troysta barnið. Í meðal gráta børn tveir tímar um samdøgrið tríggjar teir fyrstu mánaðirnar. Ofta er mesti gráturin seint seinnapartin og tíðliga um kvøldið. Les eisini meira um grát her!

Spæl
Spæl

Samband

Tykkara andlit er besta leika hjá pinkubarninum. Tosið við tað, meðan tit skifta blæu. Tit kunnu eisini smíla, gapa og gálva. Gera tit okkurt av hesum og bíða eina løtu, roynir barnið at ”herma” eftir tykkum. Brosa tit nógv, so brosar tað eisini nógv. Roynið at fjasast, spæla og tosa við barnið frá bæði vinstru og høgru síðu, so at høvdið á tí ikki fær skeivt skap. Les meira um, hvussu tú kanst fyribyrgja, at barnið fær skeivt ella flatt høvd undir "Pinkubarnarøkt".

Um at blaka sær og "súkklutúrar"

Tit kunnu taka í hendurnar á barninum og leggja armarnar á tí inn at kroppinum og út aftur (blaka sær varisliga), eisini upp og niður. Tit kunnu eisini "súkkla" við tí og taka um føtur og leggir og gera varisligar súkklurørslur við beinunum. Hetta kann samstundis hjálpa til, at barnið slepppur av við luft í maganum. Hjálpið barninum at merkja allan kroppin við hesum rørslum. Nevn kropslutirnar so hvørt, tú nertur við teir.

Sangur og tónleikur

Barninum dámar rútmu og at hoyra málið í tykkum, tí tað skapar afturkenning, tá ið tit syngja somu sangir umaftur. So við og við kunnu tit seta rørslur til sangirnar. Doyvdur, klassiskur tónleikur virkar møguliga sissandi á bæði barn og foreldur.

Rygg- og nakkavenjingar

Tá ið barnið vaknar, kunnu tit leggja tað á eitt spæliteppi á gólvinum. Legg tað á búkin við leikum ella spegli framman fyri andlitinum. Legg teg eisini á gólvið og smápráta og smíl til tað. So fer barnið at venja rygg- og nakkavøddarnar, tá ið tað lyftir høvdinum upp frá undirlagnum fyri at síggja leikuni, seg sjálvt ella andlit títt. Smátt um smátt fara armvøddarnir eisini at styrkna, og tað er neyðugt, tá ið tað skal læra at grulva.

Heingikoyggja

Legg barnið mitt á eitt lak, tú hevur breitt á gólvið. Lat eitt tilkomið taka um bæði hornini í øðrum endanum á lakinum, og tú tekur á sama hátt í hin endan. "Ger" eina heingikoyggju, sum tit varliga vagga aftur og fram ella lyfta upp og niður. Hesin leikurin fremur evnini at sansa rúm og veg og gevur barninum eitt lítið "sog" í magan.

Leiku

  • Sansateppi, ið barnið kann nýta, tá ið tað liggur á búkinum á gólvinum. Har kunnu vera ymisk sløg av toyi, knappar og frynsur, sum kennast ymiskir, tá ið barnið nertur við tey.

  • Bleytar toybøkur, sum kunnu leggjast saman og rúmast í barnavogninum. So kann barnið liggja og hyggja at myndunum.

  • Ranglur og toybamsur, sum barnið kann grípa um.