30 ára starvsdagar hjá Paulu Mohr og Marin Johannesen
23. februar 2024

30 ára starvsdagar hjá Paulu Mohr og Marin Johannesen

Í dag hava vit hátíðarhildið 30 ára starvsdagar í Gigni. Tað eru Paula Mohr, leiðsluskrivari og Marin Johannesen, skrivstovufólk, sum hava arbeitt meira enn 30 ár í almennari fyrisiting. Tær hava verið í Gigni síðani 2005. Áðrenn hetta arbeiddi Paula í Tinganesi og Marin arbeiddi í Heilsurøktini, sum tá helt til í Sigmundargøtu.

Gigni hevur verið ígjøgnum nógvar broytingar ígjøgnum tíðirnar. Paula og Marin eru tær, sum hava verið ígjøgnum flest broytingar. Tær hava verið límið í stovninum. Tað eru tær, sum kenna forsøguna, mannagongdir, og hvat Gigni plagar at gera. Hóast baldrutar tíðir, hava tær verið sera stinnar og trúfastar. Altíð fyrikomandi og fryntligar at hitta, hjálpsamar og blíðar.

Í dag arbeiðir Paula við at samskipa virksemi hjá heilsufrøðingunum. Hon avgreiðir fyrisitingarmál, lønir og m.a. Marin hevur alla telefonavgreiðsluna hjá bæði Heilsutrygd og Gigni umframt fleiri aðrar uppgávur, sum tørvur er á.

Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdøgunum.