7. apríl 2022
Ert tú mamma ella pápi at tannáringi?
Tú hevur ein leiklut í mun til heilsu og trivnað hjá tínum tannáringi.
Sálarheilsan hjá dønum er versnað seinastu 22 árini. Serliga ger tað seg galdandi hjá teimum ungu millum 16 og 24 ár. Tey ungu sova ov lítið, og tey hava alt ov stóra nýtslu av rúsdrekka og nikotin. Um hetta skal broytast, eiga foreldrini at luttaka meira í lívinum hjá teimum ungu. Danska heilsustýrið, Sundhedsstyrelsen, er komin við nýggjari heimasíðu, ið veitir góð ráð til foreldur at tannáringum. Hetta er fyri at styrkja teirra leiklut sum foreldur, so tey betri kunnu stuðla við avbjóðingum, sum lívið hjá einum tannáringi kann hava við sær.
Vitja heimasíðuna her: TeenageForældre - Sundhedsstyrelsen