Tilmæli um mjólk
14. juni 2022

Tilmæli um mjólk

Mjólk til pinkubarnið
Móðurmjólkin er besta føðin fyri nýføðingin, og hon inniheldur júst tað, sum barnið skal fáa til tess at vaksa sum best og hava so góða heilsu sum gjørligt. Tað er galdandi fyri bæði føðsluevni, vitaminir og miniralir, samansetingina av fiti og tey andevni, sum skulu verja barnið fyri fleiri sjúkur í pinkubarnaaldrinum. Mjólkin sløkkir eisini tostan og er trygd fyri vætutrot. Eisini í longdini hevur bróstagevingin týdning fyri heilsuna bæði hjá barni og mammu.

Sundhedsstyrelsen mælir til, at pinkubørn fáa fulla bróstageving, til tey eru um seks mánaðir.

Tað er ikki altíð tað eydnast við bróstageving, og tá hevur tað týdning, at barnið fær móðurmjólkarlíki. Móðurmjólkarlíki er framleitt av neytamjólk, men ment í tráð við stranga lógávu, so tað líkist móðurmjólk mest møguligt. Til barnið er 1 ár, er móðirmjólk ella móðirmjólkarlíki, einasta mjólkin ið barnið skal hava.

Mjólk til smábarnið og skúlabarnið
Kúgvamjólk, mjólkaúrdráttir og ostur eru týdningarmiklar keldur til kálk (calcium). Eisini týdningarmikil føðsluevnir sum protein, ymiskar vitaminir og mineralir, t.d. vitamin B2, vitamin B12, fosfor og jod eru í mjólk og mjókaúrdráttum.

Barnið 9-12 mánaðir
Tá barnið er 9 mánaðir gamalt, skal samlaða nøgdin av mjólk spakuliga minkast frá umleið ¾ litrar um døgnið, til 3,5-5 dl um døgnið, tá barnið er blivið 1 ár. Í hesum tíðarskeiðnum kann barnið eisini fáa jogurt, og aðrar súrgaðar mjólkarúrdráttir gjørdar úr fullfeitari mjólk.

Børn millum 1-2 ár: Skulu hava 3,5-5 dl. millummjólk og súrgaðar mjólkarúrdráttir við í mesta lagið 0,5% feitti í.

Børn millum 2-5 ár: Skulu hava 250 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkarúrdrátt og 10 g ost um dagin (1/2 ostaskiva) ella 300 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkarúrdrátt um dagin, um tú ikki etur ost.

Børn millum 6-9 ár: Skulu hava 250 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkaúrdrátt og 15 g ost um dagin (3/4 ostaskiva) ella 325 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkaúrdrátt um dagin, um tú ikki etur ost.

Børn frá 10 ár og vaksin: Skulu hava 250 ml solti- ella lættimjólk ella mjólkarúrdrátt og 20 g ost um dagin (1 ostaskiva) ella 350 ml solti- ella lættimjólk og mjólkaúrdrátt um dagin, um tú ikki etur ost.

Eitt av almennu kostráðunum hjá Fólkaheilsuráðnum er at velja plantuoljur og soltnan mjólkaúrdrátt. Tá tú etur soltnar mjólkarúrdráttir heldur enn teir feitaru mjólkarúrdráttirnar, fært tú týðandi føðsluevni og samstundis færri kaloriur. Tú kanst gott eta feitar mjólkarúrdráttir - men bert av og á. Eta vit stórar mongdir av mjólkarúrdráttum, hevur hetta størri ávirkan á umhvørvið. Les meira her.

Tað er líka nógv kálk er í teimum soltnu vørunum sum teimum feitu.

Um tú ikki drekkur mjólk ella etur mjólkarúrdráttir, er týdningarmikið at eta aðrar matvørur við kálk í. Tað kunnu t.d. vera plantudrikkir við kálkískoyti í, grønt grønmeti, nøtir, sardinur og fullkornsríkan mat. Eisini ber til at taka kálkískoyti.

Tað verður tilmælt, at børn upp til 9 ár, sum hava mjólkaovurviðkvæmi fáa 500 mg av kálkískoyti og frá 10 ára aldri fáa 750 mg av kálkískoyti, um dagin.

Keldur:

Alt om kost - Fødevarestyrelsen

Sunde børn - Sundhedsstyrelsen

Almennu kostráðini - Fólkaheilsuráðini