Tú hevur ávirkan á drekkivanarnar hjá tínum barni
Kelda: SST
Kanningar vísa, at ung drekka minni, hava foreldrini gjørt tíðiligar avtalur við tey um, hvussu nógv tey kunnu drekka. Tá krevst kortini, at foreldrini fylgja væl við og hava samskifti við barnið, verður avtalan ikki hildin.
Mong byrja seinni at drekka, hava foreldrini sett eitt aldursmark fyri, nær tey kunnu byrja at drekka sterkt. Tit kunnu kunna tykkum í tilráðingum frá Sundhedsstyrelsen og brúka tær at miða tykkum eftir.
Tað eru heilt góð sannlíkindi fyri, at barnið fer at drekka minni, hevur tað avtalur um at koma heim ásetta tíð. Er avtala samstundis gjørd um, hvussu nógv rúsdrekka kann verða drukkið, kann tað merkja, at tey ungu hugsa um ikki at kenna nógv til, tá ið tey koma heim aftur.
Summi foreldur ímynda sær, at tað kann vera vinningur í tí at skeinkja teimum ungu sterkt heima við hús, tí so læra tey “at drekka í tryggum kringumstøðum” og fáa á tann hátt virðing fyri rúsdrekka umframt royndirnar at drekka. Tað er kortini einki, ið bendir á, at so er. Í roynd og veru drekka ung meira enn onnur ung, hava tey “lært at drekka heima”.
Les meira á heimasíðu okkara her