Tann fyrsta bíðitíðin familjur sum skulu ættleiða møta er, bíðitíðin eftir at blíva góðkend. Í Føroyum er tað Ríkisumboðið, sum góðkennir familjurnar, og er hendan bíðitíðin fyri tað mesta nakað væl styttri enn í Danmark. Ringt er at seta tøl á, tí alt er tengt at, hvussu skjót familjan er at innheinta skjøl og annað, sum Ríkisumboðið skal nýta. Einir 3-4 mánaðar er tó ikki heilt óvanligt.
Tá góðkenningin sum ættleiðingarforeldur er komin, skal familjan velja eitt land, har tey ynskja at ættleiða frá. Her byrjar so næsta bíðitíðin – bíðitíðin til eitt barn verður valt til familjuna, og familjan fær boð um tað. Hendan bíðitíðin er ymisk frá landi til land, og veit familjan tá hon velur land, hvussu long tíðin vanliga er. DanAdopt og AC Børnehjælp hava eitt yvirlit yvir, hvussu long bíðitíðin er hjá ymisku londunum.
Men sum alt annað, so er hendan bíðitíðin vegleiðandi, og tíverri hendir viðhvørt eitthvørt í londunum, har børnini koma frá, sum kann ávirka hesa bíðitíðina, so hon gerst longri, enn familjan hevði roknað við. Sum oftast er ikki so trupult at bíða tað tíðina ein hevur fingið at vita, at tað helst fer at ganga, men um tíðin blívur longd, kann tað verða ógvuliga hart og trupult fyri foreldrini. Tað er ikki óvanligt, at hugsa daprar tankar í hesum tíðarskeiðinum, so sum: Tað verður nokk ongantíð, Tað hendir nokk okkurt sum ger at vit missa góðkenningina, Landið steingir fyri ættleiðing o.s.fr.
Flestu familjur hava familju og vinir, sum fegin vilja fylgja við í hesi tíðini og gleðast saman við foreldrunum. Tó kann tað hjá onkrum vera so, at familja og vinir ikki heilt skilja teir tankar foreldrini ganga við, og viðhvørt gerst ein troyttur av, at skulu greiða frá umaftur og umaftur, t.d. tá øll spyrja tað sama: Hví gongur tað so seint? Tað er als ikki óvanligt, at ein ikki tímur at svara.
Í hesum tíðarskeiðnum kann tað vera gott, at hava samband við onkran, sum orkar at lurta og skilur, at hesi viðurskifti ikki eru óvanlig í ættleiðingartilgongdini. Tískil kann tað, hesa tíðina, vera eitt gott hugskot at vera við í einum ættleiðingarmammu-/ familjubólki, har øll eru, ella hava verið í sama báti. Nógv hava havt gleði av at vera við í hesum bólkum. Eru tit áhugað í hesum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, so skipa vit fyri, at tit gerast partur av einum bólki.
Tann dagin familjan fær boðini um, at barn er útvalt til tey, er oftast ein tann besti dagurin fyri familjuna. Endiliga kunnu tey siga, at nú eru tey foreldur, og familja og vinir kunnu gleðast saman við familjuni.
Og so kemur seinasta bíðitíðin – bíðitíðin at sleppa eftir barninum. Her er eisini ymiskt frá landi til land hvussu long bíðitíðin er. Familjurnar vita eisini hvussu long tíð plagar at ganga, í tí landinum tey hava valt at fáa barn frá.
Nógv foreldur halda hetta er tann ringasta bíðitíðin, tí nú vita tey hvørjum tey bíða eftir. Men sum áður sagt, so plagar tíðin sum ein roknar við ikki at vera so trupul, men um bíðitíðin av einari ella aðrari orsøk blívur longri, kann tað vera trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Hava tit tørv á einum práti í bíðitíðini, ella ynskja at koma við í ein bólk, er tit eisini hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Bøkur sum kunnu vera góðar at lesa:
Adoption fra a-z, Kirsten Elley, JPBøger
Adoptivforældre, Birgit Madsen, Forlaget Madsen
Adopteret, Birgit Madsen, Kroghs Forlag
Av heimasíðum kunnu nevnast