Ert tú varug við, at tú ert við barn, og ert tú í iva um støðuna?
Vit bjóða tær eitt óheft og navnloynt prát við ein heilsufrøðing, sum er fosturtøkuráðgevi. Eisini ber til at fáa ráðgeving frá sálarfrøðingi, løgfrøðingi, sosialráðgeva ella øðrum viðkomandi fakkunnleika. Tænastan er ókeypis.
Ella bið um eitt prát á radgevi@gigni.fo
Legg til merkis, at tá tú sendir ein teldupost, so sær
fosturtøkuráðgevingin, hvør avsendarin er.
Vit svara á tlf. 56 23 56
Gerandisdagar millum kl. 19.00 og 21.00.