Ókeypis HPV koppseting til gentur og dreingir.
Tú kanst verða koppsett/ur ókeypis, tá tú fyllir 12 ár.
Gentur og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti HPV (humant pappilomavirus)
Tú kanst taka faldaran um HPV niður her.
Hentar slóðir:
HPV (Human Pappiloma Virus) er eitt felagsheitið fyri meira enn 100 ymisk sløg av virusum, ið hvør hevur eitt nummar. Minst 15 sløg av HPV-virus kunnu elva til lívmóðurhálskrabbamein. HPV er eitt ógvuliga vanligt virus, serliga ímillum ung. Virusið smittar lætt, um tú hevur kynsligt samband við ein, sum hevur virusið. Umleið 4 av 10 ungum undir 30 ár eru í løtuni smittað við HPV. Hjá teimum flestu hvørvur brunin av sær sjálvum. Hjá øðrum verður virusið verandi og kann elva til kyknubroytingar, sum seinni í lívinum kunnu elva til lívmóðurhálskrabbamein.
HPV-koppsetingin verjir ímóti teimum sløgunum av HPV-virusum, sum elva til nógv teir flestu tilburðirnar av lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin verjir eisini ímóti fleiri øðrum sløgum av krabbameini - til dømis onkur sløg av krabba í baktarminum, og í skeiðini og ytru kynsgøgnunum hjá kvinnum.
HPV kann elva til kynsfinnur (kønsvorter). Á sama hátt, sum til ber, at hava finnur á fingrum og fótum, ber til at fáa finnur á ella rundanum kynsgøgnini. Kynsfinnur eru ikki vandamiklar, men tær kunnu vera torførar at fáa burtur. Koppsetingin verjir ímóti teimum sløgunum av HPV-virusum, sum elva til flestu kynsfinnurnar.
Tá ið ein er HPV-koppsettur, ger kroppurin eina verju fyri virus og verjir fyri komandi smittu. Tú eigur at vera koppsett/ur, áðrenn tú verður virkin kynsliga, og tað merkir, áðrenn tú ert í vanda fyri at verða smittað/ur við HPV. Ung ið eru seksuelt virkin kunnu eisini fáa gagn av koppsetingini, hóast tey møguliga eru smittaði.
Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Tú skalt bara ringja og avtala eina tíð hjá kommunulæknanum. Til børn millum 12 og 14 ár verður koppsetingin veitt sum tvey prik, sum verða givin við 5 til 13 mánaða millumbili. Til ung omanfyri 15 ár verður koppsetingin givin sum trý prik, sum verða givin innanfyri 12 mánaðir. Kommunulæknin hevur koppingarevnið. Eftir koppsetingina skalt tú sita í 15 til 20 minuttir í bíðirúminum, soleiðis at kommunulæknin kann tryggja sær, at tú ikki verður illa fyri aftaná koppsetingina.
HPV-koppsetingin kann hava somu hjáárin sum aðrar barnakoppsetingar. Flestu hjáárin hava lítið upp á seg og eru skjótt burtur, t.d. roði á húðini, og at tú gerst eym/ur, har tú ert prikað/ur. Summi fáa árin, sum líkjast vanligum beinkrími, men tað varir oftast heilt stutt.
Álvarslig hjáárin eru rættiliga sjáldsom og kunnu eitt nú vera ovurviðkvæmi við notusótt og trupulleikar við andadráttinum. Hjáárinini koma ofta heilt stutt eftir koppsetingina. Tí skalt tú verða sitandi hjá læknanum í umleið 15 minuttir, eftir at tú ert koppsett/ur.
Tú kanst lesa meiri um HPV-koppsetingina og hjáárin á stophpv.dk, og har eru eisini leinki til kunningarseðilin um koppingarevnið.
Hít forðar ikki HPV-smittuni, tí HPV kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. Tí smittar HPV eisini við kynsligari nerting.
Landssjúkrahúsið sendir eitt bræv til allar kvinnur, ið verða 25 ár, um eina fyribyrgjandi kanning móti lívmóðurhálskrabba. Fyribyrgjandi kanningarnar fara fram hjá egnum kommunulækna. Kvinnan ringir sjálv til kommunulæknan at biðja um tíð fyri fyribyrgjandi kanningarnar. Tað er sera umráðandi, at tú fert til fyribyrgjandi kanningar ímóti lívmóðurhálskrabbameini, hóast tú ert koppsett. Fyribyrgjandi kanningarnar eru eitt tilboð til allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár. Endamálið við fyribyrgjandi kanningunum er at finna og viðgera kyknubroytingar, áðrenn tær gerast hættislingar og elva til krabbamein.