Kynsbúning

Kynsbúningarárini er tíðin, tá man fer frá at vera barn og gerst vaksin. Hormon eru evni í kroppinum, sum geva kroppinum boð um at vaksa. Kroppurin broytist nógv og á ymsar mátar og fer so smátt at líkjast einum vaksnamannakroppi. Hetta kenst sum ein stór broyting í lívinum, og tað kann ávirka, hvussu tú hevur tað. Tí hormonini ávirka eisini kenslurnar, har tú kanst fáa nýggjar kenslur, sum tú ikki hevur havt fyrr.

Nógvar gentur gerast kynsbúnar, tá tær eru millum 9 og 14 ár, og nógvir dreingir gerast kynsbúnir, tá teir eru millum 10 og 17 ár. Tær flestu genturnar búnast áðrenn dreingirnir, men kynsbúningarárini hjá dreingjunum vara ofta longur.

Dreingir eru í miðal 12 til 15 cm hægri enn gentur, tá ið teir steðga at vaksa.

Í heilanum er eitt lítið stað, sum eitur hypofysan. Har verða hormonir gjørd, sum verða førd við blóðinum oman til kynsgøgnini hjá okkum. Hjá gentum er tað eggjarøturnar (eggjastokkarnir), og hjá dreingjum steinarnir. Í eggjastokkunum verður kvinnuliga kynshormoni;østrogen, gjørt. Her eru eisini eggini hjá gentuni. Ogsteinunum hjá dreingjum verður mannliga kynshormoni; testosteron, gjørt, her verða eisini sáðkyknur gjørdar. 

Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022