Bind
Tá ein genta fær mánasjúku, er vanligt at hon byrjar at brúka bind. Bindið sýgur blóðið sum kemur úr skeiðini. Á bakinum er klistur, sum ger at bindið festir seg á trussuna. Til ber til at keypa bind í ymiskum støddum, tjúgdum og longdum. Eisini er bind við "veingjum" sum kunnu bukkast aftur um kantin á trussuni, sum ger at bindið festur seg betur. Um náttina ber til at nýta "náttbind" sum er longri enn vanligt bind. Bind eigur at verða skift umleið 4. hvønn tíma, fyri at forða at bløtt verður gjøgnum trussurnar og fyri at fyribyrgja keðiligan lukt.
Trussuinnlegg
Trussuinnlegg er tynnri enn bind, og kann nýtast teir síðstu dagarnar í mánasjúkuni tá gentan bløðir minni, ella um hon hevur útflot.
Tampon
Tampon er gjørt úr bummull. Tað verður ført inn í skeiðina við hylki sum er samla av tveimum rørum gjørd úr plastikki ella pappi. Nøkur sløg av tampon hava ikki hylki. Eisini eru ymiskar støddir og ymisk súgvievni. At nýta tampon krevur venjing. Gott er at byrja við einari lítlari stødd og vaksa um neyðugt. Um hvítir plettir eru á tampongini tá hon kemur út, er hon ov stór. Ein tampon eigur at verða skift 4. hvønn tíma, fyri at forða fyri útflot, ampa av lukti og bruna.
TSS (toksisk shock syndrom) kallast eisini tampon-sjúka, sum er ein álvarsamur bruni í kroppinum. TSS er sera sjálvsamt, men kann taka seg upp, um tamponin situr ov leingi.
Menstruatiónskoppur
Menstruatiónskoppur er eitt lítið hylki úr bleytum gummi, ið kann setast upp í skeiðina. Har savnar hann blóðið ið kemur við mánasjúkuni. Týdningarmikið er við góðum reinføri, tá ein nýtir menstruatiónskopp. Koppurin er umhvørvisvinarligur og kann endurnýtast. Aftaná brúk verður hann skolaður við vatni.
Hentar slóðir: Menstruationskop - webapotek