Fyrsta tekin um, at gentur eru komnar í kynsbúning er, at tær fáa ein harðan eyman knút aftanfyri bróstvørtuna. Síðan byrjar sjálvt bróstið at vaksa. Gentur eru ofta millum 9-13 ár, tá tær byrja at fáa bróst. Tað er ymiskt, hvussu bróstini vaksa, og tá ið tey eru liðug at vaksa, er ikki vist, at tey hava sama skap og somu stødd.
Dreingir kunnu – eins og gentur – uppliva, at teir fáa ein harðan eyman knút aftanfyri bróstvørtuna, tá teir eru í kynsbúning – tað er púra vanligt og minkar burtur aftur aftaná eina tíð.