Tá tú verður tannáringur, fer tú at fáa hár ymsastaðni á kroppinum. Gentur og dreingir fáa hár undir arminum og á og kring kynsgøgnini, umframt at hárini á ørmum og beinum gerast tjúkkri. Summi fáa eisini hár á rygg og bringu, eitt nú kring vørturnar og undir nalvanum, meðan onnur fáa nærum eingi hár. Tað er sera ymiskt, hvussu nógv hár man fær.

Dreingir fáa meira hár enn gentur – serliga í andlitinum, har teir fáa skeggvøkstur á høku og kjálkum. Bæði gentur og dreingir kunnu hava dún á yvirvørruni og kjálkunum, sum gerast sjónligari í kynsbúningarárunum