Tá ein genta fær mánasjúku, fer eitt egg úr einum av eggrøtrunum (eggjatokkunum) út gjøgnum eggjaleiðaran út til lívmóðrina. Meðan tað hendir, veksur slímhinnan í lívmóðrini og ger seg klára til at taka ímóti einum gitnum eggi. Um eitt gitið egg ikki kemur, so niðurbrýtist slímhinnan og verður útskild gjøgnum skeiðina - tað er hetta, sum ger at gentan bløðir.
Tað er also uttasta lagið av slímhinnuni, sum gentan bløðir út, og ikki eggið sjálvt - tað gongur til grundar. Mánasjúkan varðir í 3-7 dagar - og tá byrjar man at brúka bind. Tað er ymiskt, hvussu nógv man bløðir, men í miðal er tað uml. ½ desilitur við hvørja menstruatión.
Í byrjanini kann mánasjúkan vera óreglulig - men verður ofta reglulig innan uml. 2 ár. Eftir tað hevur man hana einaferð um mánaðin fram til man kemur í skiftisárini - við umleið 50 ára aldur. Tá ber ikki til longur at gerðast við barn. Tað er ikki vandamikið at hava mánasjúku, men gentur kunnu gott fáa eitt sindur ilt í búkin og lendar, tá tær hava hana. Tað kann hjálpa við t.d. hitapútu og at gera onkrar venjingar. Nakað áðrenn gentur fáa mánasjúku, byrja tær, at fáa tað sum eitur útflot. Tað er ein tunn klár ella hvítlig væta, sum kemur úr skeiðini. Vætan hjálpir til at halda skeiðina reina.
Tá ein genta hevur fingið mánasjúku, so mekir tað, at hon kann gerðast við barn. Tá eggið loysnar frá eggrøtrunum, er tað klárt at møta eini sáðkyknu frá manninum í eggjaleiðarnum. Sáðið kemur upp í lívmóðrina tá maður og kona hava samlegu. Um eggið tá møtir eini sáðkyknu, so verður eggið gitið, og konan verður við barn. Tá setur gitna eggið seg fast í slímhinnuna og byrjar at vaksa.