Pirrur standast av bruna í sveittaholunum á húðini og koma m.a. av hormonbroytingunum í kroppinum.

Næstan øll fáa pirrur í kynsbúningaárunum. Summi fáa bara eina pirru og onnur fáa nógvar. Hetta hendir, tí at hormonini broytast. Pirrurnar koma sjálvandi tey keðiligastu tíðspunktini og tey keðiligastu støðini – beint á nøsina, beint áðrenn eina veitslu. Men tað er einki at stúra fyri, tær fara vekk av sær sjálvum.

Tað kann hjálpa at halda húðina reina.