Í steinunum/testiklunum verður mannliga kynshormonið; testosteron gjørt. Her verður eisini sáð gjørt, tá dreingir koma í kynsbúning. Sáðkyknurnar verða síðan búnaðar í hjátestiklunum, og sáðvæta verður gjørd í sáðbløruni og prostata. Tá ið sáðið fer út, kemur tað ígjøgnum sáðleiðaran, fram við sáðbløruni og prostata, har tað verður blandað við sáðvætu, og til seinast út ígjøgnum urinrørið. Dreingir kunnu uppliva at pissilingurin peikar beint fram/uppeftir tvs. hava standing - t.d. um kvøldið og morgunin. Tað kann eisini henda um dagin. Man kann ikki altíð stýra nær tað hendir, men tað er púra vanligt. Tá sáð byrjar at verða gjørt, kunnu dreingir eisini uppliva, at sáð kann koma út t.d. um náttina, sum eisini er vanligt.  

Tá dreingir fyrstu ferð hava havt sáðavgongu, tvs. at sáð kemur úr pissilinginum, kunnu teir gera eina gentu við barn, um tey hava samlegu.