Sveittin fer at lukta, tá mann kemur í kynsbúning, tað er púra vanligt. Tí er tað týdningarmikið at vaska sær væl hvønn dag, undir ørmunum og í neðra, annars kann mann koma at lukta av sveitta. Í neðra kann mann nýta tað sum eitur intimsápa, tað er sápa, sum hevur eitt lægri ph-virði - sum svarar til ph-virðið í neðra, so tann sápan er góð at brúka har. Undir armin kann mann eisini nýta deodorant.