Likamlig heilsa
Trivnaður og menning hevur sera stóran týdning fyri innlæringina hjá barninum og júst í mun til hetta, er maturin, barnið etur, sera týdningarmikil. Góður matur er ein av fyritreytunum fyri, at barnið fær eina góða skúlabyrjan og skúlagongd, umframt at barnið lærir nakað, meðan tað gongur í skúla.
Børn eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. At røra seg er ein týdningarmikil partur, av einum heilsugóðum lívið hjá børnum og vaksnum. Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin.
Góður svønur er eisini týdningarmikil fortreyt fyri, at barnið trívist í gerandisdegnum og fær ein góðan skúladag. Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Eisini læra og hugsavna vit okkum betri, tá vit fáa nógmikið av svøvni.