Góðir svøvnvanar hjá børnum

Góðir svøvnvarnar hjá børnum

Góður svønur er ein týdningarmikil fortreyt fyri, at trívast í gerandisdegnum og fáa ein góðan skúladag.

Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Góður svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd, ovurfita og hevur jaliga ávirkan á sinnalagið hjá okkum. Vit læra og hugsavna okkum eisini betri, tá vit fáa nógmikið av svøvni.

Fyri at sova væl er týdningarmikið við reglusemi og góðum svøvnvanum. Fastir vanar í samband við svøvn geva eina góða døgnrytmu.

Kelda: Gode søvnvaner til børn - psyk. reg. Midtjylland|

Tilmæli

Hesi tilmæli hjálpa tínum barni við at fáa ein góðan svøvn – og gera tað lættari at sova um náttina, uttan at vakna.

Tørvurin á svøvni hjá børnum broytist við aldrinum.

Í talvuni sæst eitt yvirlit í mun til aldur:

·      0-1 ár: 15-18 tímar

·      1-3 ár: 12-14 tímar

·      3-6 ár: 10-12 tímar

·      6-13 ár: 9-11 tíma

·      12-17 ár: 8-10 tímar

Kelda: Gode søvnvaner til børn - psyk. reg. Midtjylland|

Songartíðir hjá børnum eiga at vera støðugar

Best er at fara upp og til songar nøkulunda somu tíð allar dagar í viku. Songartíð og tíðin, tá barnið fer upp, eiga ikki at víkja frá meira enn 1 tíma í vikuskiftinum, í mun til gerandisdagin.

Ein blundur eigur at vera lagaður til aldurin og menningina hjá barninum

Ov nógvur svøvnur um dagin kann hava við sær, at barnið svevur minni um náttina.

Kamarið skal vera fjálgt, friðaligt og myrkt. Barnið svevur betri í einum kamari, ið er svalligt og er blivið luftað út.  Bølamyrkur kann vera ræðandi fyri nøkur børn. Gloppa tí hurðina ella fá til vega eina náttlampu.

Nýt ikki kamarið til ”time-out” ella aðrar mátar at ”revsa” barnið uppá. Kamarið skal vera eitt stað, ið kveikir góð minnir hjá barninum.

Ver minni virkin um kvøldi

Tað er betri at minka um virksemið um kvøldi. Um barnið er nógv í gong, t.d. spælir vill spøl ella fer í holt við kveikjandi virksemi (t.d. telduspøl) um kvøldi, virkar tað stimbrandi, so barnið hevur verri við at sovna. 

Friðaligt virksemi áðrenn songartíð

Gott er at gera tað til vana, at vera minni virkin um kvøldi. Tit kunnu t.d. lesa eina bók ella práta um dagin ið fór. Tað kunnu tit gera í kamarinum, sum barnið svevur í.

Gerið skúlatingini í góðari tíð áðrenn songartíð, og tosa ikki um stúranir - fyri morgindegnum ella fyri øðrum - beint áðrenn songartíð. 

Lat talgildar eindir liggja uttanfyri sovikamarið

Hav ikki sjónvarp í kamarnum hjá barninum ella ger eina fasta avtalu um, at sjónvarpið verður sløkt ein tíma áðrenn songartíð. Tað er lætt há barninum at fáa tann vana, at nýta sjónvarpið sum hjálp til at sovna. Tað er eisini ringt at hava tamarhald á brúkinum av sjónvarpinum, um tað er í sovikamarinum. 

Lat allar aðar talgildar eindir liggja uttanfyri sovikamarið – t.d. teldur, teldlar, snildtelefonir og aðrar skermar.

Lat barnið vera kropsliga virkið hvønn dag

Nýt tíð uttanfyri og ver virkin hvønn dag.

Far ikki svangur ella steinmettur í song

Lat ikki barnið fara svangt í song. Eitt lætt ábit áðrenn songartíð, kann vera gagnligt. Tungar máltíðir ein ella tveir tímar áðrenn songartíð, kann órógva svøvnin.

Drekk ikki koffein áðrenn songartíð

Best er, ikki at nýta koffein 3-4 tímar áðrenn songartíð. Um tilber, er best als ikki at nýta koffein. Koffein er í nógvum sløgum av sodavatn, orkudrykkjum, kaffi, íste og sjokulátu.