Rørsla

Rørsla

Børn eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. At røra seg er ein týdningarmikil partur, av einum heilsugóðum lívið hjá børnum og vaksnum. Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin. Rørslan skal vera við miðal ella høgari styrki. Minst tríggjar ferðir um vikuna, eigur rørslan at vera við høgari styrki í minst 30 minuttir í senn, fyri at økja um konditión og vøddastyrki. 

Hetta kann t.d. verða við at fara ein túr í náttúruna, eins og við rørsluspølum. At spæla halda børnini sum oftast verða stuttligt, og serliga hugaligt er tað, tá tey vaksnu eru við.
Rørsla á ymiskan hátt mennir barnið. Bæði tá ið viðvíkur vøddar og styrki í liðum, men eisini viðvíkjandi javnvág, samskipan, samspæli o.s.fr. Eisini tað er gott fyri likamligu og sosialu menningina. 

Børn røra seg einamest við at spæla, og tað er eisini týdningarmikið, at rørsla í mestan mun kennist sum eitt spæl fyri barnið. Tað er týdningarmikið, at barnið kann hava tað stuttligt meðan tað rørir seg og, tí eru ymisk rørsluspøl væl hóskandi, í mun til at fáa børn at røra seg í gerandisdegnum.

Gott er, um øll familjan kann vera virkin saman við m.a. at fara ein túr í svimjihøllina ella at ganga túrar. At fara út í føroysku náttúruna er í sær sjálvum stimbrandi. Tað ber til at hoppa frá steini til stein, at vassa í áum og at ganga í haga, har bæði mosi, grót og annað lendi er.  

Nógv skúlabørn ganga til skótar ella skipaðan ítrótt t.d. fótbólt, fimleik, judo og svimjing.

Kelda: sst.dk

Faldari: stimbra menning 0.-3. flokk

Hugskot til spøl: Legedatabasen

 

Sansaskipanin

Tá vit vanliga tosa um sansir, hugsa vit um følisansin, sjón, hoyrn og lukti- og smakkisansin.

Men tá vit hava fokusa á motorisku menningina hjá barninum, taka vit støði í teimum sokallaðu primeru sansunum. Primeru sansirnir eru labyrintsansurin, følisansurin og vødda- og liðsansurin. Teir eru grundarlag undir motorisku menningini.

Kanningar vísa, at børn við motoriskum avbjóðingum kunnu hava truplari við at hugsavna seg og við samveruni við onnur børn. Tað er tí av týdningi, at tú stimbrar barn títt og gevur tí møguleika at vera virkið frá føðing av og allan uppvøksturin. 

Keldur:

motoriktesten (dhmotorik.dk)

Muskel-led-sansen. Det proprioceptive sansesystem. - Lise Frydenlund børnefysioterapi

Labyrintsansurin

Labyrintsansurin situr við innara oyrað. Hann er settur saman av trimum bogagongdum, sum eru fullir av seigari vætu, ið skvatlar, tá høvdið verður flutt. Tað er ein trívíddar skipan, sum allatíð gevur boð til heilan um, hvar høvdið er. Um eitt barn stendur á hondunum, er í fer við at gera eina millu, bóltar rút ella melur um seg sjálvt, verður tað uppfangað av labyrintsansinum. Um labyrintsansurin ikki starvar væl, kann tað gera, at barnið fær vánaliga kropsliga javnvág og lættari kennir ørilsi. Hesi børn eru ofta antin sera varin ella ovurvirkin kropsliga.

Tey varnu og friðarligu børnini dáma ikki væl at bólta rút, rulla og reiggja, tí at rotera/mala kennist ikki væl.

Børn, ið eru ovurvirkin, eru tað ofta fyri at nýta ferðina til at sleppa undan ójavnvág. Um tey verða biðin um at binda frið, eru tey ofta ikki før fyri tí.

Labyrintsansurin verður vandur við at fáa vætuna í millumoyranum at skvatla - tað hendir við at tað stóra barnið gongur á ósløttum undirlagi, reiggjar, rullar, hoppar, bóltar rút og sveiggjar.

At rugga er góð venjing hjá lítla barninum. Eitt ovurvirkið barn eigur at verða rugga á ein róligan hátt og tað friðarliga barnið meira vilt. Ein sitiheingjikoyggja er góð, tí barnið kann ruggast aftur og fram, frá síðu til síðu og malast runt. Ein stórur bóltur kann eisini nýtast, tí tá kann barnið rugga í allar rætningar.

Følisansurin

Følisansurin situr í húðini og slímhinnunum. Fyri at barnið kann vera tilvitað um sín egna kropp, er týdningarmikið við einum væl stimbraðum følisansi. Følisansurin verður stimbraður, tá barnið verður nortið við. Nógv børn, ið ikki hava væl virkandi sansaskipan, hava ringa tilvitan um sín egna kropp. Onnur dáma ikki at verða nortin við, tí følisansurin er ov kenslusamur.

Hesi børn kunnu hava gleði av at foreldrini geva teimum nógva djúpa og róliga neming t.d. at klemma barnið, at rulla barnið inní eitt teppi og spæla hotdog, kína barninum, tá tað liggur í sofuni ella massera tað á ryggi ella um føturnar, við hondunum ella einum massasjubólti. Tað er eisini stimbrandi fyri følisansin, at lata seg úr klæðunum og ganga berføtt, so barnið kann merkja umhvørvið beinleiðis móti húðini.

Børn, ið ikki sova væl, kunnu hava avbjóðingar við følisansinum. Tá kann tað hjálpa at massera og rura barnið.

Vødda- og liðsansurin

Vødda- og liðsansurin situr í liðum, spongum og vøddum. Har sita smáir móttøkusendarar, ið alla tíðina samstarva við heilan um, hvørjar rørslur kroppurin skal gera. Um barnið er úti í bønum og stendur á einum bakka, merkir tað eftir við labyrintsansinum, hvussu nógv bøurin skránar, og við følisansinum, um grasið er vátt og hált ella turt, tá tað skal ganga oman aftur. Vødda- og liðsansurin fær so boð frá heilanum um at spenna vøddarnar, so rætta rørslan verður útint. Vødda- og liðsansurin er tí tengdur at følisansinum og labyrintsansinum.

Til ber at venja vødda- og liðsansin við at hoppa band, spæla pútukamp, hoppa trampolin, lyfta og bera tung ting, skumpa ymiskt ella ganga trillubøru á hondunum.

Tað er eitt áhaldandi samstarv millum teir tríggjar primeru sansirnar og heilan. Um teir ikki starva rætt, fær barnið klombrutar rørslur og tekur ikki fyrilit, ella tað verður bangið fyri rørsluligum avbjóðingum.