Skúlabarnið í 2. til 7. flokk

Skúlabarnið 2. til 7. flokk

Persónlig viðtala

Heilsufrøðingurin hevur persónligar viðtalur við børnini. Har verður millum annað tosað um, hvussu barnið hevur tað og hvussu tað trívist í skúlanum og heima.

Barnið og foreldrini eru altíð vælkomin at venda sær til heilsufrøðingin, um tað er eitthvørt, tey ynskja at tosa um.

Harafturat verður eisini gjørd:

  • Árlig eygnakanning

  • Hoyrn eftir tørvi.

  • Mátan av hædd og vekt

Bólkasamrøður og undirvísing

Afturat teimum regluligu persónligu samrøðunum við børnini, hevur heilsufrøðingurin eisini bólkasamrøður og í summum førum floksundirvísing.

Evni í bólkasamrøðum og í floksundirvísingini verða lagað eftir aldri og kunnu til dømis vera: kropsfatan, kenslur, trivnaður, kynsbúning, seksualitetur, rørsla, reinføri, happing, skermnýtsla, ferðsla, kostur, svøvnur, misnýtsla, bólkar/bólkatrýst, kynsligur ágangur, mørk o.s.fr.

Heimavitjanir til skúlabørn

Vanliga tænastan til skúlabørn fer fram í skúlanum. Hetta fevnir eisini um møguleikan hjá foreldrum at koma til viðtalu.

Umframt hesa tænastu kann heilsufrøðingurin gera avtalu við foreldrini um heimavitjan, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Foreldraviðtala- og ráðgevning

Áðrenn heilsufrøðingurin kannar børnini, fáa tey ein seðil heim við, sum foreldrini fylla út saman við barninum. Er tað so, at foreldrini vilja hava viðtalu við heilsufrøðingin, kunnu tey annaðhvørt viðmerkja tað á seðilin ella ringja og fáa eina tíð til samtalu.

Tá ið heilsufrøðingurin hevur havt viðtalu við børnini, setur hann seg í samband við foreldrini, um tað er eitthvørt við barninum, sum órógvar.

Samskifti við skúlan

Áðrenn og aftan á, at heilsufrøðingurin kannar børnini, tosar hann við flokslæraran.

Teir heilsufrøðingar, sum arbeiða við skúlabørnum burturav, og teir heilsufrøðingar sum arbeiða bæði við smábørnum og skúlabørnum, koma á skúlan ávísar dagar.

Eisini eru heilsufrøðingarnir við til foreldrafundir av og á.

Telefonráðgeving

Allir heilsufrøðingarnir hava fartelefon, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving.