Foreldraskilnaður
Foreldraskilnaður er ein av avbjóðingunum, sum nógvar familjur møta í okkara tíð. Royndir vísa, at hjá nógvum børnum og ungum ber skilnaðurin sorg og nógvar tankar við sær. Tað er ein sárbar og sera ørkymlandi tíð hjá barninum. Barnið hevur ofta skuldarkenslu og kennir seg ofta at verða orsøk til avgerðina hjá foreldrunum. Men tað er týdningarmikið at minnast til, at hetta er ein avgerð millum mammuna og pápan.
Avleiðingarnar av hjúnaskilnaði kunnu vera nógvir og álvarsamir fyri børnini, um tey ikki verða sædd, hoyrd og viðurkend í teirra umstøðum. Tað er sjálvandi ógvuliga ymiskt, hvussu tey ávirkast av hjúnaskilnaði. Hetta er m.a. tengt at, hvussu gomul tey eru, og hvussu búgvin tey eru. Tað hevur stóran týdning, hvussu foreldini samstarva og handfara teirra ósemjur viðvíkjandi hjúnaskilnaðinum.
Hetta sigur Kari Moxnes í bókini: ”Skånsomme skilsmisser – med barnet i fokus" (2004. Kbh.: Hans Reitzels Forlag). Kari Moxnes er fødd í Noregi og hevur granskað í familjum og hjúnaskilnaði í 25 ár. Bókin er bygd á úrslit av hennara egnu gransking og gransking frá Norðurlondum, Evropa og USA.
Sambært John Halse, fyrrverandi formanni í ”Børns Vilkår”, eru børn í kreppu, tá foreldrini verða skild. Tvs. at teimum tørvar, at onkur er, sum tekur hond um tey og leggur oyra til teirra ørkymlan. Í eini familju, er tað vanliga foreldrini, sum hjálpa børnunum við teirra hugsan og kenslum. Men tá foreldrini standa mitt í einum hjúnaskilnaði, kann hetta vera torført fyri tey, tí støðan, tey sjálvi eru í, fyllir nógv. Tí er tað av stórum týdningi, at onnur, sum eru um børnini, bæði familja og fakfólk taka hond um tey.
Ein kanning, sum ”Børns Vilkår” hevur gjørt, vísir, at tað er ein vanligur trupulleiki hjá børnum við fráskildum foreldrum í Danmark, at tey ikki tosa um teirra trupulleikar og kenslur. Tey kenna seg einsamøll. Hendan kanningin, sum varð gjørd í 2007, vísir eisini, at 27% av børnunum høvdu ongantíð tosað við nakran um hjúnaskilnaðin hjá foreldrunum, og bert 15% av børnunum høvdu tosað um hetta við teirra lærara.
Keldur:
Moxnæs, Kari (2004). Skånsomme skilsmisser – med barnet i fokus. Kbh.: Hans Reitzels Forlag.
Halse, John (2003). Det er børnene, der bliver skilt! (1.udgave, 1. oplag). Valby: Børns Vilkår.
Vaksin fara frá hvørjum øðrum – tí er tað teirra ábyrgd at hjálpa barninum í nýggju støðuni
At barn títt elskar bæði síni foreldur!
Minn barn títt á, at hóast tit vaksnu fara hvør til sítt, eru tit enn líka góð við barnið
Minn títt barn á, at tað ikki á nakran hátt hevur ábyrgdina av, at tit vaksnu fara hvør til sítt
Vís tínum barni virðing við at virða hitt foreldrið – eisini um tú ikki heldur so nógv um viðkomandi
Verið fólkalig ímóti hinum partinum, tá tit hittast, t.d. tá tit koma eftir ella við barninum
Skeldist ONGANTÍÐ, meðan barnið hoyrir
Tosa ONGANTÍÐ ljótt um hin – ella um tykkara felags fortíð – meðan barnið hoyrir
Lat ikki barnið bera boð millum foreldrini!
Gerið skjótast gjørligt greiðar avtalur um, hvar og saman við hvørjum barnið skal búgva
Ger eisini avtalur um samveru við tað foreldrið, sum barnið ikki býr hjá – um ikki annað ber til, gerið so fyribils avtalur – so barnið veit, nær tað skal vera hvar komandi tíðina. Um tað er gjørligt, hav so barnið við uppá ráð, tá hesar avtalur verða gjørdar
Royn at geva barninum sítt egna pláss bæði heima hjá mammu og hjá pápa sínum – lat barnið hava sítt egna kamar ella song og skáp – og lat eisini barnið hava t.d. tekningar hangandi, leikur o.t. í báðum heimum
Roynið at skipa gerandisdagin soleiðis, at barnið kann røkja síni frítíðarítriv og vera saman við vinum, í sama mun sum áður, líka mikið hvørjum foreldri barnið er hjá
Minst til at virða sambandið millum barnið og familjuna hjá hinum partinum, t.d. ommur, abbar, systkinabørn o.s.fr.
Keldur:
Boserup, B. & Stevnhøj A.L. (2007). Skilsmissebørn – hvordan gør vi i institution og skole. Valby: Børns Vilkår.
Boserup, B. & Stevnhøj A.L. (2007). Skilsmissefamilien – gode råd og redskaber til forældre. Valby: Børns Vilkår.