Happing

Fer mítt barn væl við øðrum?

Tað er av týdningi at tosað verður um happing, tí happing hevur stóra neiliga ávirkan á tann, tað rakar. Happing kann hava fylgjur við sær, ið røkka inn í vaksna lívið. Tað er eisini av týdningi at hugsa um børnini, sum happa ella ikki fara væl við øðrum. Tað kann vera, at hesi børnini ikki trívast.

Kelda:

Sundhedsstyrelsen - Er mit barn god mod andre

Happing eitt tekin

Tá børn fara illa við øðrum børnum, kann tað vera tekin um ójavnvág. Tað kann vera, at barnið ið happar ikki trívist. Tað kann eisini vera, at bæði børnini eru partar av einari ósunnari mentan, har tað er neyðugt at happa onnur, fyri ikki at verða útihýstur sjálvur. Bólkatrýst hevur árin á øll, og tað krevur dirvið at standa ímóti. Tí er tað týdningarmikið, at tú sum foreldur ikki einans biður barn títt um at finnast at ella ganga ímóti bólkinum, men at tú eisini viðurkennir, at tað kann vera trupult at standa ímóti bólkatrýsti.

Summi halda, at barnið ið happar ikki hevur fingið røttu virðini við sær heimanífrá. Tí kunnu foreldur kenna skomm á sær, tá barnið ikki fer væl við øðrum. Ósunna mentanin kann byrja í flokkinum, á fótbóltsliðnum ella í kórinum, men tað kann eisini vera ein ósunn mentan við hús. Um happing fer fram uttanfyri heimið, taka onnur vaksin sær av tí t.d. lærari, skúlaleiðari, venjari ella kórleiðari. Um tú sært, at barn títt hevur eina atferð ið ikki kann góðtakast, er tað tín ábyrgd at finna orsøkina fyri at betra um trivnaðin hjá barninum.

Um tú ert í iva, um barn títt fer væl við øðrum, hevur Ulla Dyrløv, serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði, ítøkilig uppskot til, hvussu tú kanst gera.

"Møguliga ber til at fara við barninum til venjing, ella annað frítíðarvirksemi, har tú á ein náttúrligan hátt fært høvi at síggja, hvussu barnið ber seg at, tá tað er í øðrum sosialum høpi enn í tí heimliga umhvørvinum. Eitt annað hugskot er, at tú ert varugur við samskiftið millum barnið og vitjandi vinir - eisini tá samskiftið fer fram á alnótini. Á tann hátt ber til at fáa innlit í, hvussu barnið málber seg saman við øðrum. Tað hevur týdning, at tú ert opin og erligur. Sníkir tú teg runt og lurtar í loyndum, minkar tað um álitið hjá barninum á tær.

Byrja góða tónan heima

Tað hevur týdning, hvussu samskiftið er heima. Tosar tú við virðing við barnið, hevur tað ofta við sær, at barnið eisini lærir at tosa við onnur fólk við virðing.

Ulla Dyrløv hevur 5 góð ráð til, hvussu tú kanst ávirka samskiftið heima á ein góðan hátt:

  • Nýt ikki sarkasmu ella prát "millum reglurnar". Tað er týdningarmikið, at tú ert greiður og tosar við barn títt við virðing

  • Andlitsbráið og tað tú sigur eiga at samsvara

  • Set ikki barnið í ringt ljós framman fyri øðrum

  • Ver greiður um, at tú væntar av barninum, at tað fer væl við øðrum. Samstundis er neyðugt at vera opin fyri, at tað kunnu vera støður, har tað er skilligt, at barnið hevur ein óhóskandi atburð ímóti øðrum

  • Til ber at siga: "Vit fara ikki at kjakast um, um vit skulu fara væl við øðrum, men vit kunnu práta um, hvussu man kann orða seg"

Týdningarmikið at minnast til
  • Viðurkenn, at tað møguliga er títt barn, ið fer illa við øðrum

  • Ikki skelda og lasta barnið

  • Royn at skilja atferðina og reaktiónina hjá barninum. Atburðurin kann vera tekin um at okkurt bilar

  • Hugsa um, hvussu tú tosar við títt barn og um barn títt við onnur fólk