Skrubb

Orsøkin til, at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb, er, at tey hava fingið eina skrubbmottu á húðina. Mottan borar seg niður í húðina, har hon síðan víggjar.

Hvussu veit eg um eg havi skrubb?

Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað kann vera torført at bera eyga við skrubb. Tað kann vísa seg sum smáar reyðlittar bløðrur á húðini. Í teimum førum, har tað skriðar illa, kunnu síggjast skøvur á húðini, serliga rundan um skøvningarnar.

Orsøkin til, at skrubb skriðar mest um náttina, er, at hitin undir dýnuni ger mottuna
virkna. Tað ganga 2-6 vikur frá, at tú ert smittað/ur, til skriðin byrjar. Tú kanst smitta
onnur í hesum tíðarskeiði. Hjá teimum, sum fyrr hava havt skrubb, kann skriðin tó byrja longu 1-3 dagar eftir smittu.

Hvussu fær man skrubb?

Skrubb smittar við tøttum sambandi. Heilt einfalt flytur mottan seg av einum persóni á annan. Mottan kann liva í 72 tímar uttan fyri mannakroppin – í klæðum, seingjarklæðum, koddum og handklæðum. (Í summum førum er mottan mótstøðuførari og kann liva í eina viku uttan fyri mannakroppin).

Smittan sæst serliga millum næstringar og millum vinir, har sambandið er tætt. Tað
kann í hendinga føri koma fyri, at smittan spreiðir seg í skúla og á ansingarstovnum.
Hetta er galdandi, tá ið fólk hava kropsligt samband ella á annan hátt umgangast hvørt annað við t.d. at skifta um lutir, so sum klæðir, handklæðir, skógvar og song.

Hvar á kroppinum trívist skrubb?

Skrubb sæst einamest á økjum, har húðin er eitt sindur rálig.
Hetta er t.d millum fingrarnar, um skøvningarnar, undir
arminum og rundan um nalvan.

• Hjá kvinnum kann tað eisini vera undir og á bróstunum.
• Hjá monnum rundan um pungin og á penisi.
• Hjá smábørnum kann skrubb menna seg eitt sindur øðrvísi.
T.d. kunnu smábørn – serstakliga børn undir 2 ár – fáa skrubb
á andlitið, um hálsin, í hárbotnin, undir iljarnar, á búkin og
aftan fyri oyruni

Viðgerð

Er illgruni um skrubb, skalt tú venda tær til kommunulæknan fyri at fáa tað staðfest.
Læknin tekur støðu til viðgerð. Viðgerðin skal byrja skjótast til ber. Skrubb verður í
fyrstu atløgu viðgjørt við kremi (NIX), ið fæst sum handkeyp á apotekinum.
Um tú ert smittað/ur, er umráðandi, at tú og alt húskið verða viðgjørd í senn. Harumframt skulu øll, tú hevur havt tætt samband við seinastu 8 vikurnar, viðgerast.
Harumframt skalt tú viðgerast eina ferð afturat eina viku seinni. Hetta er ikki galdandi
fyri hini.

Fyribyrging av smittuspjaðing

Samstundis sum viðgjørt verður við heilivági, er tað týdningarmikið at beina fyri skrubbmottuni í nærumhvørvinum.

• Seingjarklæðir og klæðir skulu samstundis vaskast á 60 stigum.
• Troyggjur, frakkar, vetrarklæðir o.tíl., sum ikki kunnu vaskast á 60
stigum skulu leggjast burturfrá ella í ein plastposa í eina viku.
• Toymøplar, pútur, bamsur o.a. skulu standa burturfrá í eina viku.
• Mælt verður til í tíðarskeiðinum, tá ið skrubb herjar, at nýta pappír at turka sær við heldur enn handklæðir.
• Gott reinføri við hús er týdningarmikið. Tað verður tilmælt at nýta
vanliga reingerðarssápu.
• Seingir og madrassir skulu støvsúgvast.

Tey, sum hava havt tætt samband við tann smittaða, nýtast ikki at gera eyka burtur úr reingerð og klædnavaski.

Hvussu leingi smittar tað?

8-12 tímar eftir, at viðgerðin er byrjað, steðgar smittuspjaðingin. Tá er tann,
sum er smittað/ur sostatt smittufrí/ur. Tó kann skriðin vara upp til 6 vikur.
Tað er umráðandi, um viðkomandi ikki kennir ein linna við skriðanum, at seta
seg í samband við læknan aftur.

Skúli og ansingarstovnar

Tað er ikki neyðugt at viðgera onnur børn ella starvsfólk á stovnunum.
Ver varug/ur við sjúkueyðkenni. Tey kunnu vísa seg upp til 3-6 vikur eftir
seinasta skrubbtilburð.
Tann, sum er smittað/ur og sett/ur í viðgerð, kann fara í skúla ella á stovn
12 tímar eftir, at viðgerðin er sett í verk.

Hvat geri eg, um eg havi illgruna um skrubb?

Heilsufrøðingurin kann ráðgeva tær um smittu, viðgerð og eisini fyribyrgjandi
viðgerð heima við hús og hjá øðrum, sum tú hevur tætt samband við.
Ivast tú, vend tær so til kommunulæknan, sum kann staðfesta, um talan er
um skrubb.

Hentar slóðir:

Skrubb - apotekið