Ávirkan á barnið
Beint eftir at eitt barn er komið til verðina, byrjar menningin av móður/foreldra – barn sambandinum. Menningin av hesum sambandi er sera týdningarmikið fyri framtíðarmenningina hjá barninum, og hevur ein stóran leiklut í mun til menningina av persónsmenskuni hjá barninum, eins og rørsluligu og sálarligu menningina. Sálarliga støðan hjá mammuni er sera týdningarmikil í hesum sambandið og kann ávirka barnið nógv.
Barnið hevur tørv á at verða møtt kensluliga. Júst hetta kann vera
torført fyri eina mammu við barnsburðartunglyndi. Tí er neyðugt at annar umsorganar persónur eisini er um barnið, meðan mamman hevur tað trupult.
Hevur mamman tunglyndi, eigur makin/hjúnafelagin ella familjan at umhugsa at raðfesta familjuna fram um arbeiðið í eina tíð. Tosa við heilsufrøðingin um hendan møguleikan.
Tað hevur týdning at siga frá, soleiðis at mamman kann fáa hjálp skjótast tilber.