Tað hevur týdning at
- Vera opin um hvussu tú hevur tað, og hvussu støðan hjá tær er,
mótvegis tínum nærmastu og teimum tú hevur álit á - Tosa við heilsufrøðingin og/ella kommunulæknan. Um tað er í
viðgongutíðini ber til at biðja um vitjan frá Gigni, umframt at
tosa við ljósmóðurina - Tosa við familju og vinfólk
- Lata pápan hava og vera um barnið so nógv sum møguligt
- Fáa onkran at hjálpa við tí húsliga
- Fara út og fáa fríska luft hvønn dag. T.d. at fara ein gongutúr dagliga
- Vera saman við øðrum menniskjum. Fara út millum fólk í staðin fyri at halda teg heima og fyri teg sjálva
- Koma í mammu/foreldrabólk