Hvør
Øll kunnu ringja - bæði børn, ung og vaksin.
Nær
Gerandisdagar millum kl. 19-21.
Um hvat
Tað ber til at spyrja um alt, sum heilsufrøðingar arbeiða við. Tað kann vera í mun til smábørn, skúlabørn og í mun til foreldrauppgávuna. Tað er altíð best at spyrja sín egna heilsufrøðing í vanligari arbeiðstíð um tað, sum man ivast í, men onkuntíð hevur man tørv á skjótum svari, og tá er man vælkomin at ringja til telefonráðgevingina “Spyr heilsufrøðingin”.