Heilsukanningar og koppsetingar hjá kommunulækna
Tað hevur týdning, at børnini eisini verða kannaði hjá kommunulækna og fylgja koppsetingarætlanini.
5 vikur - kanning
3 mðr. - koppseting (Di-Te-Ki-Pol-Hib+Pn)
5 mðr. - kanning og koppseting (Di-Te-Ki-Pol-Hib+Pn)
12 mðr. - kanning og koppseting (Di-Te-Ki-Pol-Hib+Pn)
15 mðr. - koppseting (MFR 1)
2 ár - kanning
3 ár - kanning
4 ár - kanning og koppseting (MFR 2)
5 ár - kanning og endurkoppseting (Di-Te-Ki-Pol-Hib+Pn)
6-7 ár kanning hjá kommunulækna ella skúlaheilsufrøðingi
12 ár - koppseting (MFR 2, um barnið ikki varð koppsett fyri MFR 2, tá tað var 4 ára gamalt)
12-27 ár gentur - koppseting (HPV, tvær koppsetingar)
12-17 ár dreingir - koppseting (HPV, tvær koppsetingar)
14-15 ár kanning hjá kommunulækna ella skúlaheilsufrøðingi