Mammubólkar
Umframt heimavitjanir, fáa allar familjur tilboð um mammubólkar, har heilsufrøðingurin luttekur tríggjar ferðir!
Í mammubólkinum hevur tú møguleika til at:
koma at kenna aðrar mammur við smáum børnum
møta mammum í líknandi støðum, sum tú sjálv
tosa við aðrar mammur og hoyra um upplivingar í samband við føðing og at verða foreldur/familja
tosa við aðrar mammur og hoyra um gerandisdagin við einum lítlum barni
tosa um ymisk evnir so sum føðing, foreldraleiklut, familjulív, matur til barnið, menning, trivnað osfr.
Ein góður mammubólkur er:
tá tú lurtar eftir hinum
tær lurta eftir tær
tú eisini fært tosa um tað, sum er ringt
tú virðismetir, at tit eru ymiskar
tit gera ymiskt saman
tit brúka hvørja aðra uttanum mammubólkin
tú møtir hvørja ferð ella gevur avboð
tú uppfatar tað, sum tit tosa um at vera í trúnaði