Tilboð um heimavitjanir til smábarnaøkið

Vanliga tilboðið um heimavitjanir til smábarnafamiljur í Føroyum er grundað á tilráðingar um heimavitjanir hjá Danska Sundhedsstyrelsen sambært “Vejledning om forebyggende sundhedsydelser for børn og unge”, 2011, við broytingum frá Sundhedsstyrelsen, t.d. viðvíkjandi tíðliga vitjan eftir føðing.

Vanliga verður smábarnafamiljum boðið heimavitjanir eftir hesum leisti:

  • Etableringsvitjan – í seinasta lagið 7 dagar eftir útskrivan

  • Vitjan nr. 2 – innan barnið er 1 mðr. gamalt

  • Barnið 2 mðr. gamalt – EPDS Screening

  • Barnið 4 - 6 mðr. gamalt – Kostvitjan

  • Barnið 8 – 10 mðr. gamalt – Boel vitjan

  • Barnið 14 – 18 mðr. gamalt – endavitjan, har vit meta um, um neyðugt er við fleiri vitjanum í smábarnaldrinum. Um ikki verður mett neyðugt við fleiri vitjanum, verður familjan útskrivað við áheitan og tilboði um at venda sær aftur til Gigni ella avvarðandi heilsufrøðing, um teimum tørvar vitjan, ráð ella vegleiðing.

Aðrar vitjanir kunnu vera:

  • Tørvsvitjan - vitjanir verða eisini gjørdar eftir tørvi, um tað eru trupulleikar við bróstageving, trivnaði, barnsburðartunglyndi o.ø.

  • Viðgonguvitjan

Mammubólkar
Umframt heimavitjanir, fáa allar familjur tilboð um mammubólkar, har heilsufrøðingurin luttekur tríggjar ferðir!