Barnakoppsetingar
Mælt verður til, at tit lata barnið koppseta. Tað eru fá ella eingi hjáárin av koppsetingunum. Tær eru ókeypis.
Verður barnið ikki koppsett í barnaaldri, kann tað seinni fáa álvarsamar sjúkur, kemur tað í smittuvanda. Ætlanin við barnakoppsetingini er sett saman til tess at byrgja fyri álvarsomum sjúkugongdum, sum síðani kunnu fáa møguligar eftirsjúkur við í fylgið.
Di-Te-Ki-Pol-Hib+Pn-koppsetingarnar verða givnar, tá ið barnið er 3 mánaðir, 5 mánaðir og 12 mánaðir.
Koppsetingin fatar um:
smittandi svølgrúmssjúku, difteri
stívkrampa (Te,tetanus)
kikhosta
barnalamning, polio
hæmophilus influenzae snið b (HIB, er ein serliga álvarsom bakteriuígerð)
pneumokokkar (ein onnur álvarsom bakteriuígerð).
MFR-koppsetingin verður givin, tá ið barnið er um 15 mánaðir og í fýra ára kanningini. Hon fatar um:
meslingar
fárasjúku
reydlingar
De-Te-Ki-Pol-koppsetingarnar verða givnar í fimm ára kanningini og fata um difteri, stívkrampa, kikhosta og barnalamning fyri at leingja verjuna av koppsetingum, sum áður eru framdar. Koppsetingin kann gera, at barnið verður illa til passar og fær eitt sindur av fepri.
Koppsetingarætlanin endar, tá ið barnið eru 12 ár, og tá verður HPV-koppsetingin givin. HPV er heitið á einum stórum bólki av virusum, sum smitta í kynsligum høpi, og sum kunnu elva krabba í lívmóðurhálsi og kynsfinnur. Koppsetingin virkar best, verður hon givin, áðrenn barnið hevur havt kynsligt samband.
Tykkara barn er væl vart móti nevndu sjúkunum, um tit síggja til, at tað fær sínar koppsetingar eftir ætlanini.
Tit kunnu lesa meira um koppsetingarnar og sjúkurnar, sum koppað verður ímóti her.
Hevur mamman fingið staðfest hepatitis B í viðgongutíðini, fær tykkara barn tilsamans fýra koppsetingar sum verju móti hepatitis B. Tann fyrsta verður givin, tá ið barnið er føtt, og tann síðsta tá ið barnið er ársgamalt.
Onnur í húskinum
Onnur kunnu eisini verða koppað ókeypis, búgva tey saman við persóni, ið hevur varandi hepatitis B.
Fyribyrgjandi heilsukanningar og koppsetingar | ||
Aldur | Heilsukanningar hjá egnum lækna Evni, sum verða umtalað. | Barnakoppsetingar verða framdar í sambandi við læknakanning, um hon er samstundis |
5 vikur | Fyrsta tíðin eftir føðingina Støðan í familjuni Bróstageving sovistøður, Holl likamlig kanning | |
3 mánaðir | Di-Te-Ki-Pol-Hib + Pn | |
5 mánaðir | Barnsins menning og førleikar Samband millum barn og familju Stimbran (stimulatión) Barnsins kostur | Di-Te-Ki-Pol-Hib + Pn |
12 mánaðir | Barnsins menning og førleikar Barnsins sansir Barnsins samanspæl við familjuna Sjálvbjargni Barnsins kostur, tenn Trygd | Di-Te-Ki-Pol-Hib + Pn |
15 mánaðir | MFR (paraplyvaccina)1 | |
2 ár | Sálarlig menning og sjálvbjargni Málslig menning Sosial menning Trygd | |
3 ár | Barnsins menning og førleikar Barnsins sálarligi búnaskapur | |
4 ár | Barnsins sjón Barnsins hoyrn Barnsins málmenning Barnsins menning sum heild | MFR 2 |
5 ár | Barnsins hoyrn Barnsins menning sum heild Barnsins rørsluligu førleikar Barnsins búnaskapur at fara í skúla | Di-Te-Ki-Pol |
6 ár (lækni ella heilsufrøðingur í skúlanum) | Barnsins menning, heilsa, sjón og hoyrn Barnsins motorikkur, rørslur Barnsins gerandisdagur Barnsins sansir | |
12 ár | HPV | |
15 ár (lækni ella heilsufrøðingur í skúlanum) | Heilsa, sjón og hoyrn Framtíðarætlanir | |
upp til 18 ár, er gentan ikki MFR-koppsett. | Reydlingar | |
Tit kunnu lesa meira um koppsetingarnar og sjúkurnar, sum koppað verður ímóti her.