Barnið 4-5 mánaðir

Barnið 4-5 mánaðir

Tá ið barnið liggur á búkinum, kann tað við tíðini skúgva seg upp á armarnar, rulla sær á og seinni grulva.

TILRÁÐING

Síggið til, at barnið kann røra seg frítt so nógv, sum til ber.

Barnsins rørsluliga menning verður betri, tá ið tað fær møguleika at røra seg frítt. Royn at sleppa undan at hava barnið sitandi í skrástóli ella bilstóli longur enn hægst neyðugt.

Menning

Tykkara barn er virknari, lærir spakuliga at venda sær, spælir við føturnar og smílist eisini til onnur enn bara foreldrini.

Tað hevur eitt meira ymisligt og galdrandi mál, og tit kunnu beinleiðis samtala, sjálvt um annað tykkara enn ikki nýtir verulig orð. Barnið fangar tónan í tí, tit siga og fer at kenna aftur tey vanligastu orðini, sum fylgjast við gerðum, ið eru lættar at kenna aftur.

Sjónin er vorðin betri, og barnið kann so líðandi kenna fleiri fólk á málinum og útsjóndini, t.d. abbar og ommur, koma tey ofta at vitja.

Rørslur
Rørslur

Tit kunnu gera tað hugnaligt og fjálgt hjá barninum at liggja á búkinum og leggja tykkum saman við tí ella taka leiku fram, sum barnið kann hyggja at. Lat tað eisini sleppa at hyggja at sær sjálvum í spegli.

  • Barnið kann taka seg upp á armarnar, hyggja seg um og taka eftir leikum, sum liggja framman fyri tað.

  • Barnið kann halda høvdinum trygt. Og tá ið tit taka tað upp frá liggjandi til sitandi støðu, fylgir høvdið lættliga við.

  • Barnið tekur eftir lutum fyrst við einari hond og so við og við við báðum hondum. Tað kann føra báðar armar fram um kroppin og hyggja at leikum, sum eru í hvør sínari hond.

  • Barnið venur seg at rulla frá ryggi á búk ella umvent. Hvønn veg, tað fyrst lærir at venda sær, er so ymiskt. Tá ið tit koyra eitt lítið sindur undir tað, lærir tað skjótari rørslurnar.

  • Barnið fer kanska eisini at pjátra og bulla heilt øðrvísi enn áður.

  • Barnið uppdagar føturnar, spælir við teir og roynir at fáa teir upp til munnin.

Tá ið barnið er 5-6 mánaðir, kann tað fara at venja seg við at drekka av koppi og eta við skeið, er tað búgvið til tess.

Svøvnur

Tit kunnu nú fara at læra barnið at sovna og ikki hava sogið ella fingið fløsku.

Fyrstu 3-4 mánaðirnar er barnið ofta sovnað í sambandi við máltíðirnar. Nú kunnu tit byrja at skilja føði og máltíðir sundur, so at tað við tíðini kann leggjast í egna song og sovna.

Hugsið um á hvønn hátt, tit ætla at leggja barnið. Hátturin skal ikki vera meira víðfevnandi, enn at tit megna at fylgja honum hvørt kvøld í minsta lagi eini tvey ár - tað er frálíkt, um hann varar bara einar 10-15 minuttir.

Tá ið barnið er 4-5 mánaðir, kunnu tit fremja balliritualið, tá ið tað er songartíð: í náttklæði, leggja barnið í song, hjúkla eitt sindur uppi yvir tí og syngja ein sang. Setið tykkum við songina og sigið, at tit verða sitandi, til tað sovnar. Verður barnið kett av tí, kunnu tit leggja hondina sissandi á búkin á tí, rura tí ella taka tað upp og ganga eitt sindur runt við tí, til tað verður róligt og kann leggjast aftur. Far ikki inn í stovuna, men verð verandi í kamarinum, so at barnið ikki ivast í, hvat fer at henda. Tey fyrstu kvøldini fer barnið kanska at mótmæla, ikki at sita í fanginum ella súgva seg í svøvn, men ver rólig og vís tí, at tú veitst væl, hvat tørvur er á -júst at sova. Góðtak, at barnið sovnar ikki beinanvegin – tað ger eingin.

Halda tit, at tað er ov tíðliga, bíðið so, til tit eru betur fyrireikað, men brúkið sama hátt. Har kunnu koma tíðir - eisini seinni – tá ið tað er trupult at fáa barnið at sovna, men minst til at vera rólig og vera í kamarinum saman við barninum, so skal tað ivaleyst sovna.

Tenninar koma

Barnatenninar vóru longu grundaðar í 7. viku í viðgongutíðin, men koma fyrst fram í umleið 6. mánaði. Ársgomul hava flestu børn fingið umleið 8 av teim í alt 20 barnatonnunum.

TIT KUNNU FARA VÆL VIÐ TONNUNUM, LONGU ÁÐRENN TÆR KOMA UNDAN

Geva tit nøkrum einføldum reinførisreglum ans, kunnu tit vera við til at byrgja fyri holum í tonnunum á barninum, longu áðrenn tær koma undan:

  • Nýt ikki somu skeið sum barnið

  • Nýt vatn at reinsa suttuna við, stikk ikki sjálv(ur) suttuna í tín munn.

  • Stikk ikki suttuna hjá barninum í tín munn ella aðrar lutir, sum skulu inn í munnin á barninum.

Geva tit ikki hesum einføldu reinførisreglum gætur, kunnu tit sum foreldur vera orsøk til, at munnbakteriur verða fluttar, sum kunnu skaða tær komandi tenninar á barninum. Sí meira um tenn og tannbusting her.

At spæla saman við barninum

Pinkubarnasvimjing og – rútmikkur

Barnið lá í vatni alla viðgongutíðina og kann skjótt venjast við vatn. Vatnið stimbrar sansirnar og hjálpir til at styrkja ta motorisku menningina í tættari nærveru við tykkum. Rútmikkur styrkir musiska sansin og gevur tryggleika gjøgnum allar tær endurtiknu rørslurnar, sangin og musikkin.

Spæla at venda sær á

Hjálp barninum at rulla runt við tað, at tú sjálv hjálpir tí til at venda sær á og síðani bara stuðlar við at stumpa eitt sindur undir rumpuna ella herðarnar á tí.

Danda eina løtu

Legg teg á ryggin á eina madrassu. Lyft beinini og boyggj knøini, so at leggirnir eru vatnrættir, javnfjarir við undirlagið. Legg barnið á leggirnar og halt væl í yvirarmarnar á tí. Danda varisliga upp og niður. Venjingin styrkir javnvágina.

Eydnuhjól

Legg nøkur leiku í kring um barnið. Fá tað at rætta seg út eftir leikunum. Tú kanst kanska hjálpa tí og halda um føturnar, tá ið tað roynir at toyggja seg.

Sterkir búkvøddar – og so upp at standa

Tá ið barnið heldur høvdinum væl, kunnu tit styrkja búkvøddarnar við tað, at tit toga tað upp at sita. Fyrst við góðum taki í báðar hendur og undirarmar, síðani bara við at halda í hendurnar á barninum. Næsta stigið er at koma upp at standa við at leingja um venjingina ella rørslurnar.

Spæla við føturnar

Síðst í skeiðinum fær barnið "eyga á" føturnar, so bara føtur og tær eru eitt hitt. Lat barnið kanna sínar føtur og pota teir í munnin – tað er gott undirhald og kveikir kropsuppfatanina hjá tí.

Sangleikir

Syng barnasangir saman við keipum. Syng teir, tit minnast frá barnaárum, ella trív í Barnasangbók Føroya. Góðir sangleikir eru t.d: Rógva út á Krabbaskel, Rura,rura barnið, Bjørnin svevur o.a.

Liggja á knæ

Tit skulu nýta ein blástan baðibólt, 14-15 cm í tvørmáti. Leggið barnið á búkin tvørtur um bóltin. Styðjið barnið við at halda um leggirnar á tí. Leggið okkurt leika fyri tað, so at tað roynir at ota seg fram til lutin.

Leiku

  • Spegl kann gerast besti vinurin: barnið í speglinum brosar, pápi ella mamma brosa eisini. So lat meg smílast móti teimum - hetta er eitt frálíkt spæl, ið styrkir rørslumenningina og tað sosiala samspælið.

  • Virknisstativ við ymiskum litríkum leikum – gjarna onkrum, ið ljóðar, tá ið barnið slær á lutin, og sum tað so við og við kann rætta seg eftir og sleppa at kanna við munninum.

  • Spælidósir

  • Myndir við einføldum myndevnum, sum tit kunnu tosa um og seta ljóð til. Málið í barninum skal styrkjast heilt frá pinkubarni, tess fleiri orð, og ljóð, tess betri.