Barnið 6-8 mánaðir

Barnið 6-8 mánaðir

Tann motoriska menningin tekur nú dik á seg. Áðrenn tit vita av, kann barnið sita uppi og er í ferð við at læra seg at grulva.

Menning

Tað roynist spennandi fyri barnið, at lutir og fólk kunnu hvørva - og síggjast so aftur síðani. Í fyrstuni er tað kanska eitt leika, sum fer undir eitt handklæði, og so í næstun løtu at koma fram aftur – til stóra frøi. Skjótt er tað so andlitið á pápa ella mammu, ið hvørvur í lógvunum, meðan tit siga "bøh".

Spælið lærir barnið at skilja, at tit framvegis eru har, sjálvt um tit ikki síggjast beinanvegin. Hetta er ein góð roynsla at hava við sær komandi mánaðirnar, tá ið tað kann gerast bangið fyri at missa tykkum, bara tit fara útum eina løtu.

Nógv børn fara eisini at sita í skellilátri og pjátra ymisliga í hesum aldri.

Í hesum skiftinum fer barnið at fáa greyt og morl, eru tit ikki longu smátt um smátt farin undir tað. Sí meira um mat til barnið her.

Rørslur

Rørslur.

Tá ið barnið venur seg við ymsar nýggjar rørslur við t.d. at toyggja seg, rykkja í og koyra undir lutir, lærir tað at kenna kroppin. Seks mánaða gamalt barn er serliga upptikið av at rulla, og so við og við fer tað sjálvt at kunna sita og ota seg frameftir.

  • Barnið vendir sær av rygginum á búkin og øvugt. Tað kann gerast tvørligt at skifta blæu, tí barninum dámar hesar nýggju møguleikarnar, har tað sjálvt skal ráða fyri øllum.

  • Barnið heldur høvdinum trygt. Og tá ið tit taka tað úr liggjandi í sitandi støðu, lyftir tað eisini høvdinum.

  • Barnið skiftir lutir úr einari hond í aðra og potar teir í munni.

  • Tað kann fara at drekka av koppi, eta við fingrunum og venja seg við skeiðini.

  • Barnið hevur uppdagað føturnar og førir teir til munnin.

  • Barnið venur seg at sita sjálvt. Í fyrstuni situr tað heilt stutt, og so møðist tað og missir javnvágina. Set barnið fyrst í ein høgan stól, tá ið tað sjálvt kann sita trygt við ronkum ryggi so leingi, sum máltíðin varar. Annars kann ryggurin ovtyngjast. Ryggvøddarnir verða vandir, tá ið barnið liggur á búkinum.

  • Tá ið barnið liggur á búkinum, byrjar tað kanska at krúpa fram eftir leikum. Tað er byrjanin til grulvingina. Flestu børn byrja við at krúpa og grulva aftureftir.

TILRÁÐING

Síggið til, at barnið rørir seg á ymsan hátt, sum dagurin líður.

Brúkið bara bilstólin, tá ið tit koyra í bili.

Svøvnur

Tit eru kanska longu farin at nýta eitt balliritual, so at tit kunnu leggja barnið og ikki geva tí bróst ella fløsku fyri at fáa tað at sovna. Annars kunnu tit lesa meira um balliritualið her.

Fer barnið at smágráta, tá ið tit hava lagt tað og sagt góða nátt: Uggið tað so eitt sindur fyrst. Vísið barninum, at tit eru har og ansa eftir tí, men nú er tíð at sova. Tosið varliga við tað smágrátandi barnið. Síðani kunnu tit tosa sissandi og halda um tað (meðan tað liggur í vøgguni). Hjálpir tað ikki, kunnu tit taka tað upp og bipa tí, men verið inni í kamarinum, so barnið ikki verður í ørviti og heldur, at nú fara vit uttar í stovuna at spæla.

Spøl

Tit kunnu fara at spæla eitt sindur lívligari rørsluspøl við barnið, ið nú hevur fulla stýring á høvdinum. Her er eitt úrval av stuttligum spølum, sum styrkja javnvágina, vøddarnar og samskipanarevnini.

Hoppispøl

Sit niðri, meðan barnið stendur á tínum lørum. Halt um bringuna ella armarnar á tí, alt eftir hvussu trygt, tað stendur. Lat barnið "hoppa" upp og niður, lyft tað við hvørt upp í loft, so verður tað enn stuttligari.

Høvdið niðureftir

Legg barnið á ryggin. Tak væl um lørini ella leggirnar á barninum. Lyft varliga, so at tað hongur við høvdinum niðureftir. Legg barnið niður aftur eftir fáum sekundum.

Blunda, blunda-hygg, hygg

Fjal andlitið í lógvunum, meðan tú við djúpari ella ljósari rødd sigur "blunda, blunda". Tak hendurnar burtur, so andlitið sæst og sig "hygg,hygg" við ljósari rødd.

Leiku

  • Rangla og ringliegg at halda í hondini.

  • Bóltar í ymsari stødd og úr ymiskum tilfari.

  • Sápubløðrur (sum tit blása).

  • Býnýti, t.d. plastskálir og sleivir.