Barnið 9-12 mánaðir

Barnið 9-12 mánaðir

Barnið kann koma upp á øll fýra og fer kanska at grulva. Tað lærir at blaða í bók og leggja ting í skál. Tað venur seg at drekka úr koppi og eta við skeið. Tað pjátrar í tveimum stavilsum da-da, ma-ma, ba-ba og gjarna í samtalu við tykkum.

Menning

Kanska fer tykkara barn knappliga at ræðast fólk, sum tað ikki sær dagliga. Tað kunnu vera abbar og ommur ella vinir, sum tað áður hevur kent seg trygt við.

Tað er ein heilt natúrligur liður í sálarligu menningini og hvørvur skjótt. Tað hevur týdning at virða barnsins ótrygd og hjálpa tí, við tað at tit eru ansin og takkla ótrygdina varisliga og róliga. Noyðið ikki barnið at vera hjá onkrum, tað ikki kennir. Lat tað eygleiða fólkið, meðan tað situr trygt í fanginum á pápa ella mammu, so gongur tað vanliga bæði lagaliga og friðarliga.

Í sama skeiði kunnu tit uppliva, at barnið grætur hjartanemandi, bara tit fara úr eygsjón. Barnið skilur ikki, at enn eru tit inni, og at tit koma aftur. Tað kann hjálpa at tosa við barnið ímeðan, so at tað hoyrir, at tit framvegis eru har, sjálv um tit ikki síggjast. Í hesum skeiðinum er burt-hygg, hygg-spælið serliga løtubært.

Rørslur
Rørslur

Barnið lærir gjøgnum kroppin. Gev tí barninum nakrar tryggar, kropsligar karmar, har tað hevur møguleika at menna sínar rørsur.

  • Rørslurnar í munninum (munnmotorikkurin) mennist, so barnið fær betur tugt.

  • Barnið kemur upp á øll fýra og fer kanska at grulva. Summi kunnu kanska grulva longu, tá ið tey eru níggju mánaðir, onnur seinni. Nøkur leypa grulvistigið um og fara heldur upp at standa, meðan tey styðja seg at onkrum. So grulva tey kanska seinni.

  • Barnið byrjar at reisa seg og styðjar seg at onkrum. Grulvar tað, mennast fimi og ferð – eisini upp trappur (undir umsjón!).

  • Barnið fer kanska at ganga runt um stovuborðið og styðjar seg at tí. Venur seg at standa leyst.

  • Barnið venur seg við at nýta hondina sum pinsett, har tummil og fremstifingur grípa um smáar lutir. Tað er ein fragd fyri barnið at sleppa tingum aftur og aftur, tá ið tit taka tey upp. Spælið er stuttligt og styrkir eisini sosiala samspælið.

  • Tá ið barnið fyllir eitt ár, kann tað kanska ganga við stuðli, men tey flestu gera tað fyrst seinni.

TILRÁÐING

Síggið til, at barnið er í røringi, sum dagurin líður.

Latið ikki barnið sita í høgum stóli millum máltíðirnar. Styðið barnið at koma upp á øll fýra, hjálpið tí at grulva, sita og standa.

Eftiransni

Barnið kann sita eina løtu einsamalt og spæla, tá ið tað verður upptikið av møguleikunum í leikuni. Vísið barninum, at tit hava álit á, at tað kann klára seg væl uttan støðugt eftirlit. Barnið hevur tó eisini tørv á, at spælt verður við tað, sungið fyri tí og tosað við tað. Tað hevur tikið dik á seg at læra verðina at kenna – og tit eru lærumeistararnir.

Barnið skilur nú eini 10-20 orð, sjálvt um tað ikki sigur nakað enn. Tað passiva orðatilfarið kemur, áðrenn tað nýtir orðini aktivt. Fyri hvønn mánað, sum fer, skilur tað alt fleiri orð. Um ársgamalt skilur barnið 50 orð og kann kanska siga fleiri.

Búgvið til vøggustovu?

Flestu børn skulu í vøggustovu ella dagrøkt júst um ta tíðina, tá ið mong teirra eru menningarliga eitt sindur bangin fyri fremmandum, sí her. Men tað eru korini hjá mongum, og tit kunnu gera nógv fyri, at byrjanin hjá barninum í dagtilboðnum verður so góð sum gjørligt:

  • Veljið ein dagstovn ella -røkt, tit hava álit á. Farið fyrst á vitjan, so at tit fáa fatan av, um staðið hóskar til tykkara.Tosið jaliga um dagtilboðið, so tykkara álit kann ávirka barnið.

  • Brúkið síðsta mánaðin í barnsburðar-farloyvinum til eitt langt, liðiligt byrjanarskeið, eru tit so heppin at fáa pláss í góðari tíð. Nøkur børn skulu brúka 14 dagar, onnur eru longur um at venja seg við ella til dagtilboðið.

  • Gerið tíðina heimanífrá stutta hjá barninum, t.d. frá kl 9 til 15, ber tað tykkum til. Við hvørt liggur tað fyri, um tit fleksa tykkara millum, so annað tykkara kemur við barninum – og møtir seint til arbeiðis – meðan hin parturin gevst tíðliga og fer eftir tí. Fáið gjarna tey gomlu uppí at fara við og eftir barninum.

  • Verið saman við barninum, tá ið tit eru saman. Bjóðið barninum nærveru eisini likamligt samband - so at tað kann merkja og føla tykkum.

Haldið fast við tykkara vælkendu siðvenjur, eisini um vikuskiftið. Ein róligur gerandisdagur við føstum matar- og songartíðum gevur barninum tryggleika. Um tað mundið, tá ið barnið byrjar í dagtilboði, kann tað hjálpa at "skerja" annað, sum kann fylla gerandisdagin og órógva.

Spøl
Spøl

Upp at standa, fegið og fregið.

Tykkara barn lærir so við og við at stýra og samskipa rørslunum og gera tær neyvari við at venja seg – aftur og aftur. Samstundis mennast mál og tankar, og tað lærir, hvussu ein er saman við øðrum fólkum, bæði børnum og vaksnum. Tá ið tit spæla við barnið, styrkja tit sostatt bæði tess rørslur og rørslustýringina, tað sosiala samspælið og hugsanarligu menningina.

Endurtøku- og sangspøl

Endurtøkuspøl sum at vinka, klappa kaku og burt-hygg, hygg. Eintøk sangspøl, har keipur skulu vera við t.d. Rura, rura barnið, Eg átti mær ein grønan bil, Dansa, dansa Deia og Lítli Pætur Eiturkoppur.

"Beistast"

Spøl, har barnið verður sveiggjað, rullað og hjálpt til at hoppa og bólta rút.

Sveiggja og mala runt

Gev barninum eitt ”sveigg”, tá ið tað ber høvdið heilt trygt: Halt um bringuna á tí. Sveiggja barnið bara einaferð runt um teg ella niður millum beinini á tær og upp í loft. Ansa eftir, um barnið heldur tað vera stuttligt. Annars steðga beinanvegin. Halt ikki í armarnar á tí, tí tað kann skaða akslar og herðar

Upplestur

Nýtið eisini bøkur at læra barnið um heimin, og brúkið eisini myndir av næstingum at styrkja ættarbondini við, og lærið barnið tey mongu hugtøkini: omma og abbi, pápabeiggi og mammusystir, systkinabarn o.s.fr.

Leiku

  • Potikassi

  • Putlispæl við knappum

  • Kubbar at laða

  • Neglibretti

  • Gongu- el. dukkuvognur við onkrum tungum í

  • Ringar á pinnum ella pyramidu

Um nógv av hesum leikum kunnu tit bæði tosa um støddir, litir og skap, og barnið kann merkja, hvussu tað ymiska tilfarið kennist.